EM – hondbóltur menn, Unity Arena í Oslo í Noreg
Føroyar – Sveis 28-28 (16-13)
Sum so nógvar aðrar landsdystir, so fóru vit gjøgnum allar kenslur í fyrsta dystin í EM móti Sveis.
Sveis kundi leggja seg fram um við tveimum málum í seinasta minutti, men misnýttu møguleikan við 15 sekundum eftir. Føroyar fór skjótt fram eftir vøllinum, og trý sekund fyri tíð javnaði Vilhelm Poulsen við skoti av høgra bakki. Sveis var tó ógvuliga nær við at fáa bóltin í tóma føroyska málið áðrenn seinasta bríksl. Men tað eydnaðist ikki, og so var ovfarakati á teimum 6000 føroysku viðhaldsfólkunum og leikarunum.
Enn eitt megnar føroyskt avrik, og eitt sera týðandi stig var tryggjað, um vit skulu hava møguleika at koma víðari í millumspælið.
Hinvegin so kunnu vit eisini angra okkum um javnleikin, tí eina løtu í seinna hálvleiki var sigurin næstan í pottinum. Føroyar komu sum eitt ódnarveður út til seinna hálvleik, Pauli Jacobsen bjargaði fleiri skotum , og Elias á Skipagøtu var stórspælandi hesa løtuna.
Føroyar komu fram um 20-14, tá ið seks minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, og Hákun West av Teigum hevði eisini tveir møguleikar at økja, men brendi. Hetta var ikki tann besti landsdysturin hjá Hákuni, og hann skoraði einans eitt mál. Tað er ikki ofta, hann skorar so fá mál. Hann vann tó eisini eitt brotskast og átti mittastu sendingina í einum dupultum flúgvara.
Eftir hesar góðu minuttirnir steðgaði alt upp. Sveis fekk nøkur ivasom brotskøst, og vit brendu fleiri skot. Tað tók ikki langa tíð, so hevði Sveis javnað til 20-20, og Sveis kom eisini fram um við einum máli.
Elias misti konsentratiónina hesa løtuna. Hann royndi ov nógv, og fór ov ofta inn í verjuna fyri at berjast heldur enn at koma í gjøgnum.
Hetta er ein veikleiki, sum ov ofta kemur til sjóndar hjá Eliasi. Men tað skal tó havast í huga, at hann alla tíðina má leggja nógv fyri og geva alt, hann eigur, og tað kann verða sera torført í samfullar 60 minuttir, so tað er ikki bara bara.
Í hesum føri var venjarin Peter Bredsdorff-Larsen ov seinur at taka Elias út at hvíla nøkur álop. Men tá ið hann gjørdi tað, steðgaði føroyska niðurbræðingin upp, og so gjørdist, sum so ofta talan um ein sera javnan hondbóltsdyst, sum varð avgjørdur í seinasta minuttinum.
Í langa løtu seinasta korterið skiftust liðini um at skora. Sveis legði seg fram um við einum ella tveimum málum og Føroyar svaraðum aftur.
Vit høvdu hendan avgerandi partin av dystinum stórar trupulleikar við at steðga Manuel Zehnder, sum í summar verður liðfelagi hjá Óla Mittún í GOG. Hann skoraði ferð eftir ferð við góðum langskotum beint undir verjuni. Annars spældi verjan sum heild ein góðan dyst, og Pauli stóð serliga fyrst í seinna hálvleiki sera væl í málinum.
Hjá Føroyum skoraðu fleiri leikarar hesa løtuna. Elias kom skjótt inn aftur og tók dirigentpinnin, Óli spældi sum vanligt væl og konsentrerað, og beiggi ,hansara, Pauli Mittún, skoraði eisini okkurt týðandi mál. Pauli spældi, sum heild ein góðan dyst, tá ið hann kom inn.
Aðrir sum spældu ein góðan dyst vóru Leivur Mortensen, sum skoraði upp á bæði síni skot, og Rói á Skipagøtu, sum hvørja ferð hann kemur á vøllin torir at bjóða av. Hann skoraði beinanvegin, tá ið hann kom inn í fyrra hálvleiki, men brendi álopið eftir. Men tað er týðandi, at vit hava eykaleikarar, sum tora, og tað ger Rói.
Strikuspæl sóu vit ikki nógv av hendan dystin. Okkara strikur brendu eisini nøkur skot og bara tvey mál komu av strikuni,
Nú er ikki nógv sagt um fyrra hálvleik í hesum landsdystinum, men tað var ein sera góður hálvleikur hjá Føroyum. Spælið gekk væl, og okkara leikarar megnaðu at hugsavna seg allan hálvleikin, hóast nøkur skot vóðru brend. Óli og Elias gingu undan, og liðini skiftust um at vera frammanfyri. Beint fyri steðgin komu vit eisini fram um, og støðan í steðginum var 15-13 til Føroyar.
Stigið sum Vilhelm tryggjaði okkum trý sekund fyri tíð er, sum nevnt, sera týðandi, og sunnudagin klokkan 17,.00 føroyska tíð spæla vit móti Svartfjallalandi ella Montenegro, sum tað veruliga eitur.
Teir montenegrisku leikararnir eru stórir og sterkir við hørðum langskotum, so her verður talan um annað slag av hondbólti, har okkara leikarar skulu royna at halda ferðina upp allan dystin.
Vit gleða okkum.
Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
EM – hondbóltur menn, Unity Arena í Oslo í Noreg
Føroyar – Sveis 28-28 (16-13)
- Elias Ellefsen á Skipagøtu: 9/12 (4/5)
- Óli Mittún: 7/9
- Vilhelm Poulsen: 4/6
- Pauli Mittún: 2/2
- Leivur Mortensen: 2/2
- Ísak Vedelsbøl: 1/2
- Rói Ellefsen á Skipagøtu: 1/2
- Hákun West av Teigum: 1/4
- Teis Horn Rasmussen: 1/3
- Tróndur Mikkelsen: 0/0
- Pætur Mikkjalson: 0/0
- Bjarni í Selvindi: 0/0
- Allan Norðberg: 0/0
- Rói Berg Hansen: 0/0
- Pauli Jacobsen (má): 0/0 – 8/23 (25,8%)
- Tórður Skorheim Guttesen (má): 0/0 – 0/2 (0%)
Kelda; handballstatz.fo

