Elias í heimsflokki skoraði 14 mál

Elias á Skipagøtu var heilt stóri maðurin hjá THW Kiel, tá ið teir vunnu 40-34 móti TSV Hannover-Burgdorf við Vilhelm Poulsen á liðnum.

Elias stórspældi frá byrjan í dystinum, sum leingi var sera javnur. Í hálvleikininum var 19-19, og tað var ikki fyrr enn seinastu tíggju mintuttirnar, at dysturin var avgjørdur, og hesa løtuna skoraði Elias fleiri mál av høgra bakki. 14 mál hevði hoyvíkingurin skorað, tá ið dysturin var av. “Weltklasse” segði týski frásøgumaðurin.

Elias hevur veruliga fóta sær í bestu týskudeildini hetta kappingarárið, og er nummar trý á toppskjúttaralistanum við 36 málum

Kiel hevur vunnið fýra teir fyrstu dystirnar í Bundesliguni, og eru fremstir í deildini saman við Magdeburg og Flensburg við 8 stigum.