Einki mál og lítið undirhald

Meistaradeildin menn
HB – Víkingur 0-0 (0-0)

Besti maður á vøllinum í Gundadali í dag var dómarin. Hann dømdi ein feilleysan dyst, og tað var nú heldur ikki so torført, tí liðini bæði HB og Víkingur vóru ógvuliga spøk og tannleys í sínum spæli.

Tað var torført at síggja, at hesi bæði liðini hava verið partur av oddinum í føroyskum fótbólti seinnu árini.

Í fyrra hálvleiki var einasti glottin á vøllinum Aron Benjaminsen, sum voldi verjuni hjá HB stórar trupulleikar við sínum avbjóðandi spælistíli, tá ið hann úr høgru síðu rak við vinstra beininum inn í vøllin. Tvær ferðir rakti hann stongina, og tað var í tí stóra heila tað sum hendi í fyrra hálvleiki.

HB fekk álopsliga als einki at hanga saman fyri steðgin. Miðvøllurin megnaði als ikki at halda upp á bóltin. Tí var mest vandi á ferð, tá ið bólturin var sparkaður fram. Í heilt fáum førum var eisini eitt lítið sindur vandamikið framman fyri málið hjá Víkingi.

Fyrst í seinna hálvleiki var besta løtan hjá HB. Tað riggaði at leggja trýst á Víking langt frammi á vøllinum, og tað spurdust nakrar góðar støður burtur úr. Men veruligur vandi var ikki ár ferð.

HB hevði eisini nógvar deyðbóltar, men tað eru lítið veiggj í bæði fríspørkum og hornaspørkunum, sum Dan í Soylu øll somul sendi í alt ov bleytan boga inn móti málinum hjá Víkingi. Bleyt fríspørk eru eingin hóttan í dagsins fótbólti, og eru alt ov løtt hjá málverja og verju at rudda burtur. Eitt sindur løgið, at HB ikki hevur onkran annan møguleika enn lata Dan taka deyðbóltarnar.

Móti endanum av dystinum var Víkingur tættast við at vinna dystin. Fyrst fekk Jørgen Nielsen ein rimmar møguleika, tá ið hann slapp at skjóta púra leysar, tá ið Víkingur lættliga slapp at spæla seg fram í vinstru síðu. Eisini hevði Sølvi Vatnhamar ein góðan møguleika, tá ið hann skallaði við nærmastu stong.

HB hevði sínar bestu møguleikar heilt móti endanum. Fyrst Dan sum ikki fekk ordiliga skot á, og síðan Ási Dam, men Bárður á Reynatrøð gjørdi vinkulin lítlan og bjargaði.

Dysturin á dystir.fo

Stigatalvan á dystir.fo