Ein varði í føroyskari ítróttasøgu lagaður í Trier og Dortmund

HM-endaspæl, Meginbólkur 2, Westfalenhøllin í Dortmund í Týsklandi
Føroyar – Ísland 31-33 (14-16)

Føroyar taptu seinasta dystin í HM-endaspælinum í kvinnuhondbólti 33-30 móti Íslandi, og harvið hvarv vónin um triðja plássi í meginbólki 2. Ístaðin mugu vit taka til takkar við fimta plássi í bólkinum.

Avrikið hjá megnar kvinnunum er kortini meira enn góðtikið, tí við frálíka avrikinum hava føroysku hondbóltskempurnar skriva seg í føroyska ítróttasøgu, sum tær fyrstu í einum HM-endapæli, og tær fyrst at koma víðari í einum endaspæli.

Talv og hondbóltur lagaðu fyrstu altjóða varðarnar í føroyskum ítrótti í 70’árunum. Fótbólturin legði ein stóran varða afturat í Landskrona, og ungi vágbingurin, Pál Joensen, lagaði nógvar varðar, tá ið hann bjóðaði heimselituni í svimjing av fyri nøkrum árum síðan.

Seinastu tíggju árini hevur hondbólturin lagað flestu varðarnar í føroyskum ítrótti, manslandslið í Berlin og kvinnulandsliðið í Basel. Og nú hevur kvinnulandsliðið lagað enn ein stóran og vakran varða í týsku býunum Trier og Dortmund.


Dysturin móti Íslandi byrjaði við fullari ferð, og bæði liðini skoraðu eftir vild.

Jana Mittún var enn einaferð flúgvandi, men tað var føroyska verjuspælið ikki, og tá ið Ísland megnaði at steðga Janu, høvdu vit ov fá onnur vápn at loypa á við.

13-8 stóð til Ísland, áðrenn Annika Fríheim Petersen kom inn í føroyska málið, og við nøkrum bjargingum fekk Føroyar inn í dystin aftur. 5-1-verjan, har Lív Zachariasen vardi frammanfyri hinar, riggaði eisini væl, og í steðginum var munurin komin niður á 16-14.

Nú skuldi tað verða. Men seinni hálvleikur byrjaði vánaligt og okkara kvinnur megnaðu ikki at hugsavna seg ordiliga. Nógvir feilir, eitt skjótálop, sum eins og hinar dystirnar ikki riggaði, og Ísland sum kastaði nógvar bóltar í tómt mál.

Ísland kom aftur fram um við fýra málum, og restina av dystinum runnu vit aftaná.

Okkara knáu kvinnur góvust tó ongantíð, og einaferð komu vit niður á eitt mál.

Men tá ið ástóð kom gamla syndin við nógvum brendum møguleikum fram aftur, og Ísland fór við sigrinum.


Vónbrotið lýsti av okkara ungu røsku kvinnum, og soleiðis eigur tað eisini at verða.

Avrikið seinastu hálvaaðru vikuna, hevur tó verið verið so mikið vakurt og gott, og tað er lítið at ivast í, at tann varðin tit hava lagað í Trier og Dortmund verður við at vísa føroyskum hondbóltsleikarum og ítróttafólkum leiðina til enn betri úrslit.

Hondbóltskvinnurnar skulu sjálvar í komandi ári royna at spæla seg EM-endapælið, og menninir skulu vita, um teir klára at gera kvinnunum eftir, og spæla seg víðari til meginumfarið í EM-endapælinum, tá ið túsundtals føroyingar í januar fara til Oslo á nýtt hondbóltsævintýr.

Beint nú eru tað tó, hondbóltskvinnurnar sum hava yvirhála menninar.

Takk fyri avrikið og takk fyri dreymarnar.


HM-endaspæl, Meginbólkur 2, Westfalenhøllin í Dortmund í Týsklandi
Føroyar – Ísland 31-33 (14-16)

Føroyar

  • Jana Mittún – 6/7 (86%)
  • Súna Hansen – 6/6 (100%)
  • Pernille Brandenborg – 5/7 (71%)
  • Rannvá Olsen – 5/6 (83%)
  • Maria Weyhe – 4/5 (80%)
  • Liv Sveinbjørnsdóttir Poulsen – 2/4 (50%)
  • Karin Egholm – 1/3 (33%)
  • Bjarta Johansen – 1/2 (50%)
  • Maria Nólsoy – 0/3 (0%)
  • Marita Mortensen – 0/2 (0%)
  • Lív Zachariasen – 0/0
  • Elsa Egholm – 0/0
  • Anna Elisabeth Weyhe – 0/0
  • Vár Zachariasen – 0/0
  • Annika Fridheim Petersen (má) – 0/0 9/27 33%
  • Rakul Wardum (má) – 0/0 1/12 8%

Stigatalva – HM-Meginbólkur 2

DVJT++/-Stig
Týskland5500164114+5010
Svartfjallaland5302145138+76
Serbia5212126150−245
Spania5203140136+44
Føroyar5113141157−163
Ísland5104134155−212