Vónin, um at okkara alra HM-kvinnur skulu megna at spæla seg víðari ífjórðingsfinaluna í HM-endaspælinum livur enn, hóast Føroyar taptu greitt fyri Týsklandi fyrr í kvøld.
Hósdagin seinnapart klokkan hálvgum trý spæla Føroyar móti Serbia. Kravið til føroysku kvinnurnar er einfalt. Dysturin má vinnast, og so mugu vit vóna, at Týskland vinnur móti Svartfjallalandi beint aftan á.
Og tað er als ikki ómøguligt at vinna móti Serbia, sum í dag vann 31-29 móti Spania.
Vit vunnu eisini við tveimum málum móti Spania, so í útgangsstøði skuldi verið talan um tvey jøvn lið, tá ið Føroyar og Serbia fara at dystast í Westfalenhøllini í Dortmund.
Eitt er víst. Hósdagin fara nógvir føroyingar tíðliga heim frá arbeiði, at síggja okkara røsku hetjur í hildarleiki í Nordrhein-Westfalen har vestri í Týsklandi.
Les eisini: Føroysku hetjurnar gjørdu einki við Týskland
Stigatalva – HM-Meginbólkur 2
| D | V | J | T | + | – | +/- | Stig | |
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| Týskland | 3 | 3 | 0 | 0 | 99 | 71 | +28 | 6 |
| Svartfjallaland | 3 | 2 | 0 | 1 | 94 | 85 | +9 | 4 |
| Serbia | 3 | 2 | 0 | 1 | 78 | 86 | −8 | 4 |
| Spania | 3 | 1 | 0 | 2 | 85 | 84 | +1 | 2 |
| Føroyar | 3 | 1 | 0 | 2 | 80 | 93 | −13 | 2 |
| Ísland | 3 | 0 | 0 | 3 | 78 | 95 | −17 | 0 |

