
Seinasti dysturin hetta kappingarárið heima móti Brentford gjørdist ein spegilsmynd av elendiga kappingarárinum, sum fyri okkum Liverpoolfjepparar tíbetur endiliga er av.
Champions League stóð upp á spæl. Troyggjurnar vóru nýggjar. Salah og Robertsen byrjaðu í sínum seinasta dysti fyri Liverpool, og eisini Alisson var við aftur. Rio Ngumoha slapp eisini at byrja, akkurát sum tey flestu ynsktu.
Søgan var tó tann sama. Vit høvdu bóltin nógv, men bóltumgangurin var seinur, og vandin fyri at sovna frammanfyri skerminum var til staðar.
Tann einasti á vøllinum, sum sá út til at taka dystin í álvara, var Salah, sum tyktist vilja enda ordiliga í Liverpool, eftir eitt vánaligt kappingarár. Hann var eisini besti maður, og átti næstseinasta fót á bóltinum, tá ið Jones skoraði. Hví hann skuldi takast út so týðliga, vísir bara, hvussu lítið skil er á í ár.
Málið kom eftir skjótálop, og tað sama gjørdu hinir báðir stóru møguleikarnar. Eisini rakti Salah stongina við einum frísparki. Restin av tíðini koyrdi spælið í tómgongd.
Heldur ikki hesuferð kláraðu vit at halda ‘nullið’. Tað hava vit bara gjørt tíggju ferðir í vetur. Tilsamans er 53 mál farin inn, og tað er tað vánaligasta, síðan farið var yvir til 38 dystir mitt í 90’arunum.
Javnandi málið endurspeglaði verjuavrikið seinasta árið. Øll álop hjá mótstøðuliðnum gerast vandamikil. Ein avrætting, Robertson klárar ikki fram um áleyparan, og so er mál.
Eitt vánaligt kappingarár endaði uppaftur verri. Vit vunnu ikki í fýra teimum seinastu dystunum og sóu ikki út til at tíma at vinna.
Glottarnir síðan august kunnu teljast á einari hond. Ein góður dystur mót Real Madrid, og onkur hendinga brúkiligur dystur móti vánaligari mótstøðu í Champions Leage. Heimadysturin móti Aston Villa var eisini í lagi. Annars verða tað helst bara langskotsmálini hjá Szoboszlai, sum vit fara at minnast aftur á.
Slot hanga vit nokk upp á summarið yvir, Men tað verður ógvuliga stórt trýst á honum frá fyrsta leikdegi í august. Spuringurin er um hann yvirlivir oktobur og novembur? Tað er lítið, sum bendir á tað í løtuni, tí tað er sjáldan, ógvuliga sjáldan, at ein venjari klárar at venda einari so vánaligari gongd.
