
HM-undandystur, bólkur L, á Tórsvølli kl. 17.00
Føroyar – Kekkia 2-1 (0-0)
Hósdagin spældu vit ein tann besta landsdystin nakrantíð móti Montenegro, og í dag spældu vit upp aftur betri móti Kekkia.
Okkara menn spældu upp móti einum sera góðum kekkiskum lansliðið, og hóast talan var um ein javnan dyst, so ber væl til at siga, at 2-1 sigurin var í lagi.
Sjáldan um ikki ongantíð hava vit sæð føroyska manslandsliðið í fótbólti spæla so væl sum hesar báðar dystirnar. Landsliðið hevur fingið veruligt flog, og nú ræður um at halda flogið.
Føroyska venjaraloysnin hevur gjørt undurverk
Føroyska landsliðið hevði sjálvsálit Tað var týðiligt frá byrjan, og Føroyar høvdu bóltin nærum eins nógv og Kekkia.
Føroysku leikararnir tordu, akkurát sum móti Montenegro, at halda upp á bóltin, og tað var ein fragd at síggja millum annað Brand Olsen deila bóltarnar frá síðu til síðu.
Spælið gekk soleiðis, at eina løtu høvdu Føroyar bóltin, og so hevði Kekkia bóltin. Tað eyndast tó hvørgum liðinum at skapa nakra veruliga vandamikla støðu og enn minni nakran møguleika.
Føroyar høvdu nakrar góðar deyðbóltsstøður, men veruliga vandmiklar gjørdust tær ikki.
Vandamiklasta støðan hjá Føroyum var um miðjan fyrra hálvleik, tá ið Árni Frederiksberg sendi eitt fríspark yvir móti handaru stong, har Jóan Símun Edmundson kom á bóltin. Men teir blokeraðu til hornaspark.
Beint fyri hálvleik mundi so alt tað góða arbeiði fyri steðgin farið í vaskið, tá ið kekkar fingu tveir góðar møguleikar.
Fyrst ein rimmar møguleika, tá ið Viljormur Davidsen ikki fekk sparkað ordiliga burtur í einum mótálopi hjá teimum, og bólturin varð spældur tunt yvir í teirra vinstru síðu og so flætt inn fyri, har Matej Vydra fekk ein rimmar møguleika. Tí betur rakti hann ikki bóltin ordiliga.
Og í seinasta álopinum fyri steðgin var bólturin sendur innfyri úr teirra høgru síðu, og inni fyri málið fekk Václav Jemelka ein góðan møguleika.
Eftir steðgin sá út, sum bæði liðini høvdu tosað um at leypa meira á.
Kekkar skiftu høga áleyparan Tomáš Chorý inn og fóru at spæla nógv meira upp á høgar bóltar inn fyri, og í hinum endanum fingu føroyingar gott pláss at fara í skjót mótálop, og fleiri ferðir var vandi á ferð.
Fyrst fekk Hanus Sørensen í góðari støðu ikki lagt bóltin ordiliga fyri Árna, og síðan vann Árni seg í eina sera góða skotstøðu, men málverjin bjargaði skotinum, sum ikki hevði ordiliga megi í sær.
Kekkar hildu fram við høgum bóltum og løgdu meira og meira fyri. Tað gav Føroyum sera gott pláss til mótálop, og Hanus kom í enn eina góða støðu.
Og triðju ferð eydnaðist hjá Hanusi. Sera væl leikandi Árni Frederiksberg fekk bóltin yvir til Jákup Andreasen, sum legði bóltin hegnisliga aftur til Hanus, sum skeyt bóltin til høgru fyri málverjan í málið. Eitt mál eftir bókini.
Gongdin helt fram. Kekkar royndu og royndu, meðan Føroyar fingu góðar kontramøguleikar
Kekkiska trýstið gjørdist tó, sum tíðin leið ógvuliga stórt, og endin var eisini, at teir javnaðu, tá ið vit ikki fingu rudda eitt innlegg burtur, og Adam Karabec beindi bóltin í málið.
Nú stúrdu tey flestu fyri tí ringasta, tí vit høvdu ikki havt bóltin nógv eina løtu. Men tað er tann rami gandur yvir okkara monnum fyri tíðina.
Í fyrsta álopinum eftir javnandi málið lyfti innskifti Jóannes Bjartalið bóltin inn um verjuna, og har kom Meinard Olsen millum málverjan og verjuleikaran og prikaði bóltin til Martrin Agnarsson, sum trillaði bóltin í tóma málið.
Okkara menn bardust sum úlvar restina av dystinum og hildu fast í enn einum søgiligum sigri á Tórsvølli.
Tað heilt stuttliga er, at vit nú síggja út til at hava eina breidd, sum skapar eitt lið. Tí sama hvør spælir, so sær alt út til at rigga.
Allir spældu væl í dag. Mattias var tryggleikin sjálvur í málinum. Jóannes Kalsø Danielsen var álítandi sum altíð, Í miðverjuni vunnu teir tríggir, Odmar Færo, Gunnar Vatnhamar og Andrias Edmundsson tað mesta. Viljormur Davidsen spældi enn ein góðan dyst, hóast fleira hava avskrivað hann.
Á miðvøllinum vóru allir fýra, Brandur Olsen, Árni Frederiksberg, Geza Turi og Hanus Sørensen, sera bólttryggir, og so hava Árni og Hanus ein X-factor, sum avger dystir. Heilt frammi gjørdi Jóan Símun Edmundsson eitt rimmar renniarbeiði.
Innskiftararnir gjørdu eisini mun. Meinhard Olsen spældi heilt væl, og átti sín part av sigursmálinum saman við tveimum øðrum innskiftarum, Jóannesi Bjartalíð og Martini Agnarsson. Eisini vísti Jákup Andreasen at hann eigur fast pláss á miðjuni, men kappingin er hørð um plássini. Noah Mneney gjørdi sítt arbeiði teir smáu tíggju minuttirnar, hann var á vøllinum.
HM-undandystur, bólkur L, á Tórsvølli kl. 17.00
Føroyar – Kekkia 2-1 (0-0)
1-0 Hanus Sørensen (67. min)
1-1 Adam Karabec (78. min)
2-1 Martin Agnarsson (80 min)
Føroyar:
Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg (80. Jóannes Bjartalíð), Brandur Hendriksson (55. Jákup B. Andreasen), Géza Dávid Turi (85. Noah Mneney), Hanus Sørensen (80. Martin Agnarsson) – Jóan Símun Edmundsson (55. Meinhard Olsen)
Á beinkinum:
Bárður á Reynatrøð (má), Bjarti Vitalis Mørk (má), Arnbjørn Svensson, Jann Benjaminsen, Adrian Justinussen, Páll Klettskarð, Petur Knudsen
Venjari: Eyðun Klakstein
Kekkia:
Matej Kovár – Vladimír Coufal, Martin Vitík, Ladislav Krejcí, Václav Jemelka – Lukáš Cerv (60. Michal Beran), Tomáš Soucek – Vaclav Cerny (87. Jan Chramosta), Pavel Šulc (70. Lukáš Provod), Vasil Kušej (46. Adam Karabec) -Matej Vydra (46. Tomáš Chorý)
Lukáš Hornícek (má), Martin Jedlicka (má), David Jurásek, Roben Hranac, Alex Král, Michal Sadílek, Ondrej Lingr
Venjari: Ivan Hasek
Stigatalva HM-undanbólkur L
| Nr. | Lið | D | V | J | T | VM | TM | MM | S |
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| 1 | Kroatia | 6 | 5 | 1 | 0 | 20 | 1 | +19 | 16 |
| 2 | Kekkia | 7 | 4 | 1 | 2 | 12 | 8 | +4 | 13 |
| 3 | Føroyar | 7 | 4 | 0 | 3 | 10 | 6 | +4 | 12 |
| 4 | Montenegro | 6 | 2 | 0 | 4 | 4 | 13 | -9 | 6 |
| 5 | Gibraltar | 6 | 0 | 0 | 6 | 2 | 20 | -18 | 0 |
Komandi dystir í bólkinum
- 14. novembur 2025: Gibraltar – Montenegro
- 14. novembur 2025: Kroatia – Føroyar
- 17. novembur 2025: Kekkia – Gibraltar
- 17. novembur 2025: Montenegro – Kroatia
Hópurin hjá Føroyum
| Leikari | Ár | Felag | Dystir | Mál |
|---|---|---|---|---|
| Málverjar | ||||
| Mattias H. Lamhauge | 26 | FC Fredericia (Danmark) | 14 | 0 |
| Bárður á Reynatrøð | 25 | Víkingur | 14 | 0 |
| Bjarti Vitalis Mørk | 24 | HB | 0 | 0 |
| Verjuleikarar | ||||
| Andrias Edmundsson | 24 | Wisła Płock (Pólland) | 20 | 0 |
| Gunnar Vatnhamar | 30 | Víkingur (Ísland) | 53 | 3 |
| Odmar Færø | 35 | KÍ | 68 | 2 |
| Viljormur Davidsen | 34 | HB | 90 | 6 |
| Martin Agnarsson | 21 | Aarhus Fremad (Danmark) | 6 | 0 |
| Jóannes Kalsø Danielsen | 28 | KÍ | 24 | 0 |
| Jann Julin Benjaminsen | 28 | NSÍ | 11 | 1 |
| Arnbjørn Svensson | 26 | Víkingur | 3 | 1 |
| Miðvallarleikarar | ||||
| Brandur Hendriksson Olsen | 29 | NSÍ | 71 | 6 |
| Hanus Sørensen | 24 | NK Triglav Kranj (Slovenia) | 23 | 3 |
| Noah Mneney | 22 | HB | 8 | 0 |
| Jákup Biskopstø Andreasen | 27 | KÍ | 30 | 2 |
| Geza David Turi | 24 | Grimsby Town FC (England) | 3 | 0 |
| Adrian Justinussen | 27 | Hillerød Fodbold (Danmark) | 18 | 1 |
| Árni Frederiksberg | 33 | KÍ | 19 | 2 |
| Jóannes Bjartalíð | 29 | Fredrikstad FK (Noreg) | 38 | 3 |
| Áleyparar | ||||
| Páll Andrasson Klettskarð | 35 | KÍ | 22 | 0 |
| Meinhard Egilsson Olsen | 28 | Kolding IF (Danmark) | 40 | 1 |
| Jóan Símun Edmundsson | 34 | KA Akranes (Ísland) | 98 | 8 |
| Petur Knudsen | 27 | NSÍ | 25 | 1 |
Hópurin Kekkia
| Aldur | Felag | Dystir | Mál | |
|---|---|---|---|---|
| Málverjar | ||||
| Martin Jedlicka | 27 | FC Viktoria Plzen | – | – |
| Matej Kovár | 25 | PSV Eindhoven | 15 | 0 |
| Lukáš Hornícek | 23 | Braga | – | – |
| Verjuleikarar | ||||
| Václav Jemelka | 30 | FC Viktoria Plzen | – | – |
| Robin Hranác | 25 | TSG 1899 Hoffenheim | 1 | 0 |
| Vladimír Coufal | 33 | TSG 1899 Hoffenheim | 5 | 0 |
| Martin Vitík | 22 | Bologna FC 1909 | 1 | 0 |
| Ladislav Krejcí | 26 | Wolverhampton Wanderers | 6 | 3 |
| David Jurásek | 25 | Besiktas JK | 1 | 0 |
| Miðvallarleikarar | ||||
| Michal Beran | 25 | Sigma Olomouc | – | – |
| Michal Sadílek | 26 | SK Slavia Prague | 29 | 1 |
| Lukáš Cerv | 24 | FC Viktoria Plzen | 11 | 2 |
| Lukáš Provod | 28 | SK Slavia Prague | 34 | 3 |
| Pavel Šulc | 24 | Olympique Lyon | 17 | 4 |
| Alex Král | 27 | 1. FC Union Berlin | 48 | 2 |
| Tomáš Soucek | 30 | West Ham United | 84 | 15 |
| Áleyparar | ||||
| Vasil Kušej | 25 | SK Slavia Prague | 6 | 0 |
| Matej Vydra | 33 | FC Viktoria Plzen | 1 | 0 |
| Jan Chramosta | 35 | – | – | – |
| Ondrej Lingr | 27 | Houston Dynamo FC | 25 | 1 |
| Václav Cerný | 27 | Besiktas JK | 29 | 8 |
| Tomáš Chorý | 30 | SK Slavia Prague | 17 | 5 |
| Adam Karabec | 22 | Olympique Lyon | – | – |
