Í kvøld klokkan 17.00 verður finalan í Champions League spæld í Budapest. Verandi meistari PSG umboða tað góða spælið, meðan Arsenal umboðar eitt nýtt rák við mongum deyðbóltum og ofta keðiligum spæli.
Fyri tíðina fer fótbólturin tann vegin, at alsamt fleiri lið spæla keðiligan fótbólt. Í Ongland hevur Arsenal gingið undan hetta kappingarárið og vanliga undirhaldandi orkufulla liðið Liverpool, hevur eisini droppað alt undirhald.
Tí verður tað spennandi, hvør vinnur finaluna í kvøld, tann góði fótbólturin ella tann keðiligi fótbólturin.
Tað hevur nevniliga ofta víst seg, at spælimátin hjá einum einstakum liðið, kann avirka fótbóltin í mong ár aftan á.
Tey mongu fyrstu árini var fótbóltur undirhaldandi. Men tá ið komið var upp í 60’árini gjørdist fótbóltsspælið spakuliga meira taktiskt og verjukent. Tað rákið helt fram komandi áratíggjuni, og í 90’árini og nulluni var verjukendi fótbólturin í hæddini. AC Milan við Franco Baresi og Paolo Maldini í verjuni, nærum stongdi málið fyrst í 90’árunum, og í nullinum fingu verjukendir venjarar sum José Mourinho og Rafael Benitez góð úrslit.
So broytti Pep Guardiola alla fótbóltsfatan við Tiki-taka-fótbóltinum hjá Barcelona, sum bygdi víðari á fótbóltstankarnar hjá Johan Cruyff.
Í nøkur ár royndi allur heimurin at spæla Tiki-taka, til týski orkufótbólturin tók yvir við Bayern München og Týska landsliðnum.
Síðan hevur fótbóltur á hægsta stigi verið merktur av nógvari orku og góðum bóltspæli, og bert heilt fá lið hava spælt verjukent.
Í kvøld fáa vit so at síggja, um heldur óáhugaverdi fótbólturin hjá Arsenal fer at vinna á væl spælandi liðnum hjá PSG, og kanska venda álopssinnaða rákinum seinnu árini til meira verjukent spæl.

