Enska fótbóltssambandið ákærir Chelsea fyri 74 brot á reglurnar um umboðsfólk, millumfólk og íløgur frá triðja parti í leikarar.
Talan er um tíðarskeiðið frá 2009 til 2022, tá ið Roman Abramovitsj átti felagið. Flestu brotini vóru í kappingarárunum frá 2010/11 til 2015/16.
Chelsea hevur freist til 19. septembur at svara ákærunum.
Chelsea sigur seg sjálvt hava boðað frá møguligu brotunum, og sigur seg samstarva við myndugleikarnar.
Síðan 2022 hevur felagið verið í ogn hjá Clearlake og Todd Boehly-konsortiinum.

