Category: Ítróttur

  • U18 og U20 spæla móti hesum londum í EM-endaspølunum í summar

    U18 og U20 spæla móti hesum londum í EM-endaspølunum í summar

    Lutakastini til U18- og U20 EM-endaspølini hjá monnum vóru í dag.

    U18-liðið varí øðrum styrkislagi og kom í bólk F saman við Spania, Eysturríki og Finnlandi.

    U18-endaspælið verður í Beograd í Serbia 29. juli–9. august.

    Hetta eru fyrstu altjóða skrásettu dystirnir hjá U18, so trupult er at meta um styrkina.


    U20-liðið var í triðja styrkislagi og kom í bólk B saman við Serbia, Sveis og Turkalandi.

    Serbia gjørdist nummar 6 í U18 EM og nummar 10 í U19 HM, Sveis nummar 11 í báðum, meðan Turkaland ikki kvalifiseraði seg.

    Føroyar gjørdust nummar 15 í U18 EM og nummar 19 í U19 HM.

    U20-endaspælið verður í Cluj og Turda í Rumenia 8.–19. juli.

    Mynd: IHF / Kolektiff / Jure Erzen

  • Lindsey Vonn: Læknin bjargaði beininum hjá mær

    Lindsey Vonn: Læknin bjargaði beininum hjá mær

    Alpinskíarin, amerikanska Lindsey Vonn, er nú útskrivað av sjúkrahúsi, tveir vikur eftir hon breyt beinið, tá ið hon datt á olympisku leikunum í Italia.

    Í einum filmsbroti á Instagram sigur hon, at læknin bjargaði beininum undan at vera tikið.

    Hon hevur fingið fimm skurðviðgerðir, har tann seinasta vardi seks tímar.

    Vonn sigur, at skaðin er tann pínufullasti í lívinum, og at nógv blóð trýsti so mikið, at tað kundi oyðilagt vøddar og nervar.

    Vonn situr nú í rullistóli, og hon vónar skjótt at sleppa á høkjur at ganga.

    Tað kann taka eitt ár, áðrenn skaðin er grógvin.

  • Bjørk og Julian vunnu vetrarrennikapping í Klaksvík

    Bjørk og Julian vunnu vetrarrennikapping í Klaksvík

    Sætta umfar í MBM vetrarkappingini varð runnið í Klaksvík leygarmorgunin.

    Runnir vóru góðir 6 kilometrar av Guttabreyt út í Oyrar og heim aftur á breytina.

    Skjótast hjá kvinnunum var Bjørk Herup Olsen við tíðini 24:31.4, og hjá monnunum var Julian Gregersen skjótastur við tíðini 20:08.5

    Kappast var eisini í ymiskum aldursbólkum.

    Úrslit í øllum aldursbólkum

    Samlaða støðan

    Mynd: Bragdið

  • Klæbo flest olympisk vetrargullmerki nakrantíð

    Klæbo flest olympisk vetrargullmerki nakrantíð

    Tá ið norski skíðrennarin, Johannes Høsflot Klæbo í gjár vann gull í stafettini saman við Noregi, skrivaði hann seg inn í søguna.

    Við sigrinum vann 29 ára gamli Klæbo sítt níggjunda OL-gull, og so nógv hevur eingin annar vunni á olympisku vetrarleikunum.

    Hann fór framum tríggjar aðrar norskar íðkarar, Ole Einar Bjørndalen, Bjørn Dæhlie og Marit Bjørgen, sum øll vunnu átta gull hvør á síni yrkisleið.

  • Julian og Rutt vunnu ársins fyrsta hálvmarathon

    Julian og Rutt vunnu ársins fyrsta hálvmarathon

    Um vikuskiftið var Nýggjárshálvmarathon runnið á Skálafjørðinum.

    Hjá monnum vann Føroya fremsti rennari, Julian Gregersen, við tíðini 1:13:46.7.

    Hjá kvinnunum vann Rutt Gregersen við tíðini 1:25:51.5.

    Byrjað varð við brandstøðina á Skála, síðan varð runnið kring Skálafjørðin og út á Toftir, har málið var niðanfyri býráðhúsið.

    Hetta var fyrsta umfar av “MBM 6 hálv í 2026“. Komandi kappingarnar eru:

    • FM Hálvmarathon í Klaksvík – 2. mei
    • Sandoy 1/2-marathon – 23. mei
    • Tórshavn Marathon og hálvmarathon – 7. juni
    • Føroya Sunnasta hálvmarathon – 27. juni
    • Føroya Vakrasta hálvmarathon – 5. septembur

    Síggj øll úrslitini í øllum aldursbólkum her

  • Arsenal heldur fast og  United bara vinnur

    Arsenal heldur fast og United bara vinnur

    Oddaliðið í Premier League, Arsenal, vann leygardagin greiðan sigur á Sunderland heima á Emirates Leikvøllinum. Martin Zubimendi legði heimaliðið fram um beint fyri steðgin, meðan Viktor Gyokeres skoraði tvær ferðir í seinna hálvleiki.

    Nærmastu kappingarneytarnir um fyrsta plássið, Manchester City, megnaðu akkurát at vinna trupla útidystin móti Liverpool. Tað var annars Dominik Szoboszlai, sum legði Liverpool framum í javna dystinum við einum frálíkum frísparki. Seint í dystinum javnaði Bernardo Silva við høvdinum, aðrenn Erling Haaland tryggjaði sigurin við brotssparki í yvirtíðini. Manchester City er seks stig aftanfyri Arsenal.

    Aston Villa á triðja plássi misti týðandi stig í 1-1 javnleikinum móti Bournmouth. Meðan Manchester United á fjórða plássi heldur fram við góðu gongdini og vunnu fjórða sigurin á rað, tá ið teir vunnu 2-0 móti Tottenham. Bryan Mbeumo og Bruno Fernandes skoraðu málini.

    Støðan í Premier League

  • Steypavinnarar hjá teimum ungu í flogbólti

    Um vikuskiftið vóru steypafinalur hjá børnum og ungum í flogbólti.

    Flogbóltssambandið hevur lagt hesi uppsløg á Facebook við myndum av steypavinnarum í yngru deildunum í flogbólti 2026.

    Les meira
  • Vonn breyt beinið og er skurðviðgjørd

    Nú er greitt, at Lindsey Vonn er skurðviðgjørd fyri eitt brotið bein í vinstra beini.

    Hon datt í morgun í kappingini í stroki á olympisku leikunum í Italia, og mátti flúgvast við tyrlu til sjúkrahúsið í Treviso.

    Tað váttar lokala sjúkrahúsið í Italia, sambært Reuters.

  • OL: Superstjørnan Lindsey Vonn datt ógvisliga

    OL: Superstjørnan Lindsey Vonn datt ógvisliga

    41 ára gamla amerikanska skíðdrotningin, Lindsey Vonn, sum valdi at kappast í olympisku leikunum, hóast hon sleit krossbandið í januar, datt, tá ið hon skuldi gera tað stóru afturkomuna og tann stóra endabrestin og vinna olympiskt gull í strok á olympisku leikunum í Italia.

    Hon kom ov nær einum breytarflaggi, datt ógvisliga og var liggjadi í kavanum, meðan hon rópti av pínu. Tað var, sum tíðin stóð still, fólk hildu ondini, og tað var púra kvirt kring skíðbreytina.

    Hon var viðgjørd í fleiri minuttir, áðrenn hon var flogin burtur við tyrlu.

    Lindsey Vonn tók skíðurnar fram aftur fyri einum árið síðan, eftir hon var givin í 2019. Les meira um tað her.

    Landskvinnan hjá Lindsey Vonn, Breezy Johnson, vann gullmerki í strok.

  • Hesi vunnu heiðrarnar á ÍtróttaFagnaðinum 2025

    Hesi vunnu heiðrarnar á ÍtróttaFagnaðinum 2025

    ÍtróttaFagnaðurin 2025 var í Varpinum í Klaksvík í gjárkvøldi og var eisini vístur í Sjónvarpinum.

    Hesi vunnu ymisku heiðrarnar
  • Skíðdrotning ætlar sær olympiskt gull við nýggjum knæi og norskum venjara

    Tey fyrstu árini hjá Sjónvarpi Føroya, sóu føroyingar nógvan skíðítrótt frá norskum sjónvarpi., og føroyingar kendu stjørnur sum italska alpinskíðaran, Alberto Tomba, norska skíðrennaran, Bjørn Dæhlie, og eysturtýsku skoytudrotningina, Katarinu Witt. Nógv er broytt, og í dag hoyra vit valla eitt orð um vetrarítrótt herheima.

    Í februar verða olympisku vetrarleikirnir í italsku býunum Milano og Cortina d’Ampezzo. Ein av stjørnunum, sum verður við, er aldrandi amerikanska alpinskíðdrotningin Lindsey Vonn, sum setti skíðirnar á hillina í 2019.

    Við nýggjum knæi, nýggjum móti og norskum venjara, hevur 41 ára gamla Vonn tikið øll av bóli og er nú aftur millum heimsins bestu.

    Les alla greinina
  • Julian tók legendariska metið hjá Absalon

    Julian tók legendariska metið hjá Absalon

    Klaksvíkingurin, Julian Gregersen, skrivaði seg inn í føroyska itróttasøgu, tá ið hann í morgun setti nýtt føroyskt met á marathonteininum í Valencia Marathon í Spania. Tað skrivar Norðlýsið.

    27 ára gamli Julian brúkti 2 tímar 21 minuttir og 30 sekund um teir kendu 42 kilometrarnar og 195 metrarnar. Harvið tók hann legendariska metið hjá Absalon Hansen frá 1988 við seks minuttum.

    Julian gjørdist nummar 259 av heili 38.439 rennarum. Viðmerkjast skal, at hetta var fyrstu ferð Julian rennur eitt Marathon.

    Julian hevur í ár sett fleiri føroysk met Millum annað á 1500 metrum, fimm kilometrum á breyt, 5 kilometrum á vegi og í hálvmarathon.

    Hjartaliga til lukku Julian 🇫🇴💪

  • Kvinnan við heimsmetinum trý ára dopingbann

    Kvinnan við heimsmetinum trý ára dopingbann

    Kvinnuligi kenianski rennarin Ruth Chepngetich er dømd til trý ára bann frá allari renning fyri brot á dopingreglurnar.

    Í mars varð hon tikin fyri at hava brúkt hydrochlorothiazide, eitt vatndrívandi evni, sum kann fjala spor av øðrum ólógligum evnum.

    Athletics Integrity Unit (AIU) boðar frá, at bannið byrjar 19. apríl í ár og varir í trý ár.

    AIU ætlaði fyrst fýra ár, men av tí at Chepngetich játtaði brotið, varð revsingin stytt.

    Í fjør setti hon setti hon nýtt heimsmet á marathonteininum í Chicago við tíðini 2 tímar, 9 minuttir og 56 sekund, sum var næstan tveir minuttir skjótari enn gamla metið.

    Heimsmetið verður kortini standandi, tí tað varð sett áðrenn hon tikin fyri doping. AIU hevur váttað, at úrslitini fram til 14. mars 2025 eru framvegis galdandi.

  • Julian tók fimta føroyska metið í ár – Hesaferð í hálvum marathon

    Julian tók fimta føroyska metið í ár – Hesaferð í hálvum marathon

    Í morgun runnu teir tríggir Julian Gregersen, Rógvi Kárason og Neli Heldarskarð hálvt maraton í Valencia.

    Julian Gregersen úr Treysti setti føroyskt met við tíðini 1.07.57. Gamla metið hjá Marnari Djurhuus var 1.08.52 og hevði staðið í ellivu ár.

    Rógvi og Neli, báður úr Bragdinum, settu eisini persónligt met. Tíðirnar vóru ávikavist 1.09.51 og 1.11.43.

    Julian hevur havt eitt frálíkt renniár í 2025, og eigur nú føroyska metið í 1500 metrum innan- og uttandura, á 5000 metur á bana og á vegi og nú eisini á hálva marathonteininum

    Mynd: Bragdið

  • Hákun 100 % í greiðum heimasigri í Champions League

    Hákun 100 % í greiðum heimasigri í Champions League

    Hákun West av Teigum skoraði upp á øll trý skotini, tá ið Füchse Berlin vann ein sera greiðan 38-27 sigur á norska liðnum Kolstad í Champions League.

    Toppskútti hjá Füchse við níggju málum var norski landsliðsleikarin, Tobias Grondahl, sum heldur saman við føroyska landsliðsleikaranum, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen.

    Füchse er á fyrsta plássi í bólki A við fullum stigatalið, tíggju stigum fyri fimm dystir.

  • Móststøðuliðið hjá H71 er lent – Spæla bara ein dyst

    Móststøðuliðið hjá H71 er lent – Spæla bara ein dyst

    H71-kvinnurnar skula bara spæla ein dyst móti niðurlendska liðnum Fortes Venlo í European Cup. Hann verður spældur í Hoyvíkshøllini í kvøld klokkan 20.00.

    Upprunaliga skuldu tveir dystir spælast, ein í gjár og ein í dag. Men vánalig floglíkindi gjørdu, at niðurlenska liðið ikki lendi hóskvøldið og heldur ikki í gjár.

    Nú hava feløgini bæði saman við EFH avgjørt at bara ein dystur skal spælast, um hvør kemur víðari til 3. umfar í European Cup.

    Les Facebookuppslag her
  • Stríðast um rættin til familjunavnið Ingebrigtsen

    Stríðast um rættin til familjunavnið Ingebrigtsen

    Í Noreg er kenda rennifamiljan Ingebrigtsen altíð í brennideplinum.

    Nú er stríð millum teir tríggjar brøðurnar,Jakob, Filip og Henrik, og teirra pápa, Gjert Ingebrigtsen, um um rættin at brúka familjunavnið í vinnuligum høpi.

    Pápin, Gjert, hevur søkt um einkarrætt til vørumerkið Ingebrigtsen-metodan. sum hann vil brúka til venjingarforrit, undirvísing og ítróttarútgerð.

    Men brøðurnir vilja ikki góðtaka tað, og teir hava setn mótmæli til norska Patentstýrið.

    Teir halda, at navnið Ingebrigtsen í ítrótti fyrst og fremst verður sett í samband við teir og teirra úrslit.

    Brøðurnir hava eisini broytt navn á familjufyritøkuni til Team Ingebrigtsen A/S, eftir at teir í 2022 keyptu pápan út.

  • Duplantis setti heimsmet fyri 14. ferð

    Svenski stangarleyparin, Armand Duplantis, hevur enn einaferð sett heimsmet.

    Í finaluni í HM í Tokyo leyp hann 6 metrar og 30 sentimetrar. Tað er hansara 14. heimsmet.

    Nærmasti kappingarneytin kláraði júst 6 metrar, og Duplantis kappast í veruleikanum bara móti sær sjálvum.

    Við tónum hjá ABBA “Gimme! Gimme! Gimme!” í hátalarunum, rann hann runt meðan áskoðararnir fagnaðu honum við lógvabrestum.

    Duplantis er bert 25 ár og hevur sett fýra heimsmet í ár. Hann manglar bert trý met, so hevu hann sett eins nógv met, sum legendariski ukrainin Sergej Bubka, sum setti 17. heimsmet seinast í farnu øld.

  • Visti ikki hon hevði vunnið fyrsta HM-heiðursmerki nakrantíð fyri Uruguai

    Tá ið áskoðararnir á tjóðarleikvøllinum í Tokyo í marathonkappingini fyri kvinnur tóku móti Julia Paternain úr Uruguai við lógvbrestum, visti hon ikki, at hon hevði vunnið HM-bronsumerkið, sum eisini er fyrstu heiðursmerki hjá Uruguai nakrantíð í frælsum ítrótti

    Hon var ógvuliga troytt, tá ið hon kom á einsamøll mál langt aftaná nummar eitt og tvey

    Hon var týðiliga óvfarin og glað, tá ið tað gekk upp fyri henni, at hon hevði vunnið bronsumerki.

  • Óvæntað svenskt brosnumerki í HM á 10.000 metrum

    Óvæntað svenskt brosnumerki í HM á 10.000 metrum

    Svenski langteinarennarin, Andreas Almgren, vann heilt óvæntað bronsuheiðursmerki í HM-finaluni í 10.000 metra renning í Tokyo.

    Renningin var taktisk og sein, og tað passaði Almgren væl. Í sjeynda umfarinum legði hann seg fram í odda, og helt fast fleir umfør.

    Við bert fáum metrum eftir, var hann framvegis við, og kom triðjur á mál,

    Hetta var fyrsta HM-heiðursmerkið hjá honum, og fyrsta svenska heiðursmerki á langteini nakrantíð.

    Ein søgulig og rørandi løta fyri svensk frælsan ítrótt.

  • Sjokk – Norskur stjørnurennari kom ikki víðari í HM

    Sjokk – Norskur stjørnurennari kom ikki víðari í HM

    Norski stjørnurennarin, Jakob Ingebrigtsen, er úti úr 1500 metra kappingini í HM longu í innleiðandi umfari.

    Hann gjørdist nummar átta í sínum umfari við tíðini 3.37,84, tað var 52 hundraðpartar frá at koma víðari.

    Hetta var fyrsta kappingin hjá honum í ár í ár, eftir seks mánaðar við einum akillesskaða.

    Við VG segði hann, at hetta var nógv verri enn hann hevði væntað.

    Jacob Ingebrigtsen segði, at 1500 metrar krevur meiri toppferð enn hann hevur fingið vant, og at 5000 metra renningin fríggjadagin er meira realistiskt.

    Ein annar norskur rennari, Narve Gilje Nordås vann sítt umfar og kom víðari.

  • H71 vann eisini fyrsta dystin í mansdeildini

    H71 vann eisini fyrsta dystin í mansdeildini

    Menninir hjá H71 vunnu fyrsta dystin í hondbóltslandskappingini hjá monnum hetta kappingarárið.

    Í høllini á Skála vunnu hoyvíkingar 32-27 móti StÍF, eftir hálvleiksstøðuna 17-15.

    Hjá H71 eru nakrir nýggir ungir leikarar við í ár, og eisini Niklas Højgaard aftur at síggja á strikuni og ikki minst í verjuni. Uttanfyri sótu leikarar sum Helgi Hoydal og Peter Krogh, so H71 er aftur væl mannað í ár.

    Hjá StÍF er liðið nøkulunda tað sama sum í fjør, men tveir ungir hoyvíkinar eru á liðnum. Talan er um Jón Eyðunsson Midjord og Jógvan Andreas Lamhauge.

    Dysturin var spennandi í 40 minuttir, áðrenn H71 fór nøkur mál fram um.

    Fyri StÍF skoraði Pauli Rasmussen heili 12 mál, meðan Høgni Heinason skoraði 8 ferðir fyri H71.

    Dómaraseðilin sæst á hsf.fo

  • Svenska superstjørnan Duplantis fer eftir heimsmetinum í HM í Tokyo

    Svenska superstjørnan Duplantis fer eftir heimsmetinum í HM í Tokyo

    Fyrstu kappingarnar í heimsmeistarakappingini í frælsum ítrótti vóru í japanska høvuðsstaðnum Tokyo í nátt føroyska tíð.

    Kappingarnar verða vístar beinleiðis á DR, NRK og SVT. Tær byrja vanliga klokkan á midnátt okkara tíð, og kvøldkappingarnar eru frá klokkan 10.30 føroyska tíð. So tað er ikki lætt at fylgja við.

    Við norðurlendskum eygum verður serliga spennandi at fylgja við svenska stangarleyparanum Armand Duplantis, sum longu eigur heimsmetið og er greiður favorittur at vinna gull. Tað skal ikki undra, um hann tekur sítt egna heimsmet. Finalan er mánadagin.

    Les meira um aðrar norðurlendskar íðkarar
  • FM í frælsum ítrótti um vikuskiftið

    FM í frælsum ítrótti um vikuskiftið

    FM í frælsum ítrótti verður á Tórsbreyt um vikuskiftið.

    Kappast verður bæði um føroyameistaraheitini hjá hjá ungum og vaksnum.

    Ungdómsbólkarnir eru upp til og við 17 ár, og tey vaksnu eru 18 ár og eldri. Yngri íðkarar kunnu vera við í kappingini hjá teimum vaksnu, um tey fylla minst 15 ár í ár.

    Kappingin byrjar í dag klokkan 17.00 og heiðursmerkjahandan er klokkan 18.25.

    Leygardagin verður byrjað klokkan 10,00 og seinastu heiðursmerkini verða handanði klokkan 14.45.

    Sunnudagin verður byrjað klokkan 13.00

    Fullfíggjað tíðarætlan og úrslit eru á Roster

    Les meira á Facebook og á heimasíðuni hjá FÍF

  • Nýggjar flogbóltsreglur

    Nýggjar flogbóltsreglur

    Nú kappingarárið í flogbólti byrjar, kunnar Flogbóltssambandið um nýggjar reglur:

    • Liðið, sum servar, kann nú standa frítt, hvar sum helst á vøllinum, tá ið servað verður.
    • Skerming: Liðið, sum servar má ikki lyfta hendur uppum høvd undir servu ella standa saman í einum trunka.
    • Bólturin uttanfyri antennurnar: Bert fyrsta nerting kann spælast víðari, um bólturin fer úttum antennurnar. Um tað er onnur ella triðja nerting verður bólturin dømdur úti beinanvegin
    • Dupult slag: Undir heving er dupult slag nú loyvt, so leingi bólturin verður á egnari síðu. Feilur verður bara dømdir, um nertingarnar eru heilt greitt tvær atsøknir, ella bólturin fer yvirum netið.
    • Byrjan av serv: Móttsøðuliði kann frítt flyta seg tá servarin hevur kasta bóltin upp til serv.
  • U21 fer eftir triðja sigrinum á rað móti Luksemborg

    U21-manslandsliðið í fótbólti spælir í kvøld klokkan 18.30 móti Luksemborg í EM-undankappingini.

    Føroyar hava fingið eina frálíka byrjan við tveimum 2-1 sigrum og seks stigum í skjáttuni.

    Dysturin verður leiktur í Esch, og føroyingar skulu stríðast fyri triðja sigrinum á rað.

    Tobias Hansen er nýggjur í hópinum, har hann avloysir leikbannaða Jóhan Josephsen.

    Dysturin verður vístur beinleiðis á Rás1 hjá Televarpinum.

  • Innskiftingar vendu dystargongdini

    Innskiftingar vendu dystargongdini

    HM-undanbólkur L: Gibraltar- Føroyar 0-1 (0-0)

    Føroyar raktu ongantíð rætta orkustøðið í fyrra hálvleiki og spældu ein av vánaligastu hálvleikunum undir Eyðuni Klakstein.

    Einki riggaði, og tað vísti seg at vera sera trupult hjá okkara leikarum at raka hvønn annan.

    Um tað vóru ov nógvar broytingar, er ilt at siga, men heilar seks broytingar vóru samanborið í dystin móti Kroatia.

    Tíbetur so var Gibraltar minst líka vánaligt sum Føroyar, og tí var talan um ein sera vánaligan og linligan fyrra hálvleik.

    Les alla dystarfrágreiðingina
  • 45 fólk runnu fimm hálvmarathon í summar

    Fleiri enn 600 fólk runnu leygardagin Føroya Vakrasta Hálvmarathon í Vágunum. Tað skrivar Frælsur Ítróttur Føroyar. Hetta var samstundis seinasta umfar í avbjóðingini at renna 5 hálvmarathon í 2025.

    Heili 45 fólk megnaðu at fullføra allar kappingarnar. Talið er umleið tað sama sum í fjør, tá 47 fólk kláraðu avbjóðingina.

    Avbjóðingin verður aftur á skrá í 2026. Tá verður hon kallað “Renn 6 hálvmarathon í 2026”.

    Hesi runnu fimm hálvmarathon
  • Høll til sandflogbólt tikin í brúk í Fuglafirði

    Fyrsta høllin í Føroyum til innandura sandflogbólt, Koksið í Fuglafirði, varð tikin í brúk um vikuskiftið.

    Á mentanardøgunum vórðu leiktir 23 dystir fríggjakvøldið, leygardagin og sunnudagin.

    Hjá monnum vunnu Bjarni Larsen og Oleksandr Dmitriiev finaluna 2-0 á Rana Ákason og Filip Ilic.

    Hjá kvinnunum vunnu Jakobina Joensen og Daria Burrows 2-1 á Nicolu Toftegaard og Thirzu Tarazona.

    Les eisini grein hjá flogbóltssambandinum á FAcebook
  • Alcarez greiðan finalusigur í US Open

    Alcarez greiðan finalusigur í US Open

    22 ára gamli Carlos Alcaraz vann US Open-finaluna í New York við settúrslitunum 6–2, 3–6, 6–1, 6–4 móti Jannik Sinner.

    Við sigrinuntryggjaði hann sær sítt sætta Grand Slam-heitið og gjørdist næstyngsti spælari í søguni við seks slíkum meistaraheitum.

    Alcaraz byrjaði sum eitt óndarveður og var fullkomiliga yvirlutin í fyrsta setti.

    Sinner svaraði aftur í øðrum setti, men Alcaraz servaði hann í knús í triðja.

    Fjórða settið var spennandi, men Alcaraz vann eftir 2 tímar og 42 minuttir.