GOG og Óli Mittún førdu 16-13 í hálvleikinum í heimadystinum í Champions League móti Zagreb.
Í seinna hálvleik mistu teir leiðsluna, og Zabgeb kom fram um. Men so setti GOG ferðina upp, og okkara Óli Mittún skeyt nøkur sera týðandi mál í hesi avgerandi løtuni
Óli skoraði seks mál í kvøld. Við sigrinum er GOG nú nummar fýra í bólki B við 13 stigum, og liðið heldur plássið, um PSG ikki vinnur sín dyst móti Magdeburg í kvøld.
Ellivu venjarar hava lokið triðja stig av venjaraútbúgvingini, sum HSF fyri fyrstu ferð hevur skipað fyri.
Tað hevur tikið eitt ár og 165 undirvísingartímar við framløgum, fyrilestrum, bólkaarbeiði og praktiskum venjingum á gólvinum.
Hesir venjarar eru nú klárir at taka næsta stigið og kunnu søkja upptøku á EHF Master Coach útbúgvingini.
Teir sum tóku útbúgvingina eru Agnar Joensen, Kristinn Guðmundsson, Zeljko Jotic, Sebastian Christensen, Hjalta Mohr Jacobsen, Hans Andreas Dahl, Djóna Gaard Joensen, Dávur Clementsen, Mladen Mjerimacka, David Edvardsen og Jesper Bak og Mads Lindkvist.
EM-undandystur í kvinnuhondbólti, bólkur 4 Portugal – Føroyar 25-23 (15-8)
Føroysku hondbóltskvinnurnar taptu í dag25-23 fyri Portugal, men bjargaðu sær kortini undan eyðmýking, eftir at tær spældu ein sera vánaligan fyrra hálvleiká útivølli móti Portugal.
Fyrri hálvleikur var ógvuliga dýrur. Álopið var stirvið og verjan ov spøk. Nógv brend skot, bert átta mál, og einki riggaði. Ferreira í portugisiska málinum tók alt ov nógv og føroysku skotini vóru alt ov vánalig.
Eftir steðgin vendi gongdin spakuliga. Annika Fríðheim Petersen kom inn og bjargaði níggju ferðir, og tað gav lív í liðið.
Verjan fekk kroyst Portugal í verri støður, og álopið gjørdist spakuliga hvassari. Serliga Brynhild Pálsdóttir vísti stórspæl á høgra veingi við fimm málum uppá seks skot.
Munurin minkaði heilt niður á eitt mál tvær ferðir. Órógv kom í hjá Portugal, sum skoraði sera fá mál í seinna hálvleiki.
Hóast ósigurin vóru føroysku kvinnurnar nógv betri eftir steðgin, og at munurin gjørdist so lítil sum tvey mál kann gerast týdningarmikið í samlaða EM-roknistykkinum.
Føroyar eru framvegis nummar tvey í bólkinum, tí tær vunnu 25-21 heima og eru betri enn Portugal í innanhýsis dystum.
Nú bíðar avgerandi dystur móti Íslandi um ein mánaða, og enn er einki avgjørt.
Í dag gjørdist greitt, at landsliðsleikarin í hondbólti, Maria Pálsdóttir Nólsoy, í summar skiftir til København Håndbold.
21 ára gamla Súna hevur síðan 2024 gjørt vart við seg í HH Elite í bestu donsku deildini.
Nú er so greitt, at hon heldur fram í fremstu donsku deildini og tekur eitt stig upp í danska høvuðstaðarfelagið, København Håndbold.
Aðrir landsliðsleikarar skifta eisini felag í summar, Pernille Brandenborg fer til CSM Bucuresti í Rumenia, og Súna Krossteig Hansen hevur gjørt eitt-ára sáttmála við montenegrinska stórfelagið ZRK Buducnost.
Stjørnan er av álvara farin undir at styrka besta kvinnuliðið til komandi kappingarár, og formaðurin, Regin Sivertsen, sigur, at hópurin skal brynja seg til at kappast um ovastu plássini.
Stjørnan boðar í dag frá, at avtala er gjørd við við 25 ára gomlu donsku Sarah Madsen fyri komandi kappingarár. Hon er bakspælari og sterkur verjuleikari. .
Bæði kvinnur og menn hjá H71 vitjaðu í Vestmanna í dag.
Hjá kvinnunum vann H71 35-34 og fekk harvið hevnd fyri ósigurin í hálvfinalunum í steypakappingini.
VÍF førdi 13-8 eitt skiftið í fyrra hálvleiki, men H71 kom aftur í aftur fyri steðgin, tá ið støðan var 14-13 til VÍF.
Í seinna hálvleiki kom H71 fram um eftir 10 minuttir, og hildu seg framman fyri við umleið tveimum málum restina av dystinum.
Hjá VÍF skoraði veteranurin Liljan Müller 12 mál, meðan Maria Weyhe skoraði 11 fyri H71.
Hjá monnunum var umvent. VÍF vann við einum máli, 36-35.
Fyrri hálvleikur var javnur, men í seinna hálvleiki fór VÍF undan og førdi 32-26 miðskeiðis í seinna hálvleiki.
So fór H71 at hála inni, og tveir minuttir fyri tíð javnaði H71 til 35-35. Men tað eydnaðist VÍF at skora eitt mál afturat og vinna dystin.
Hóast H71-liðið verður mett klárt tað sterkasta hetta kappingarárið, so hevur VÍF í trimum dystum móti nýklaktu steypavinnarunum vunnið tveir og spælt ein javnan.
Fyri VÍF skoraði Filip Jojic 12 mál, og blaðungi Boas Ellefsen á Skipagøtu skoraði 10 fyri H71.
Óli Mittún átti týðandi leiklut, tá ið GOG í einum veruligum drama spældi 28-28 móti Eurofarm Pelister og tryggjaði sær pláss í áttandapartsfinalununum í Champions League.
Ferð eftir ferð smeyg Óli sær gjøgnum verjuna hjá montenegriska liðnum. Hann skoraði sjey ferðir og legði eisini upp til fleiri mál.
GOG hevði annars leiðsluna stóran part av dystinum og vóru á odda 16-11 í byrjanini av seinna hálvleiki.
Pelister kom einaferð fram um 25-24, og panikkur sást í GOG‑liðnum.
Men við góðum 30 sekundum eftir tryggjaði Óli Mittún GOG víðari luttøku í Champions League, tá ið hann skoraði til 28-27. Og so bilti ikki, at Pelister javnaði í seinastu løtu til 28-28.
Hugleiðing um føroyskan hondbólt eftir stóra steypafinaluvikuskiftið í høllini við Tjarnir, har H71 staðfesti, at felagið framvegis er flaggskipið í føroyskum hondbólti.
Eisini seinasta finalan í stóra steypavikuskiftinum í hondbólti millum dreingir 18 hjá H71 og Kyndli gjørdist í fyrra hálvleiki líka spennandi, sum fleiri aðrar finalur.
Ungu menninir koyrdu á av lívsins megi, og stundum var torført hjá áskoðarunum at fylgja við.
Liðini fylgdust frá byrjan, men fram móti steðginum kom Kyndil fram um og førdi 17-16, tá ið hálvur leikur var spældur.
Í seinna hálvleiki byrjaði H71 betri og kom fram um við trimum málum, og teir øktu spakuliga munin, sum dysturin leið.
Endin var, at H71 vann 34-29 og eru steypavinnarar.
Eins og hinar finalurnar í dag, so var eisini stórur spenningur í steypafinaluni hjá gentum 18 millum Neistan og H71.
Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, men beint fyri steðgin kom H71 fram um, men ikki meira enn so, at munurin var bara eitt mál 15-14 til H71 í steðginum.
Góða gongdin hjá H71 helt fram eftir steðgin, og tær komu skjott fram um við fýra málum.
Neistin megnaði ikki at svara aftur og hevði bara skotið eitt mál í seinna hálvleiki, tá ið eitt korter var spælt.
Seinastu tíggju minuttirnar gjørdi Neistin eina roynd at koma inn dystin aftur og minkaði niður í tvey mál.
Nærri kom Neistin ikki. H71 vann finaluna 22-19 og er steypavinnari hjá gentum 18.
Neistin og H71 spældu ein brandfinalu hjá dreingjum 14.
Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, og í steðginum stóð 12-12 á máltalvuni,
Í seinna hálvleiki fekk Neistin snútan fram um, men H71 kom skjótt aftur í aftur, og síðan skiftust liðini um at skora heilt upp til støðuna 20-20, tá ið H71 fór fram um við tveimum málum.
Neistin hevði møguleikar at javna. Men H71 helt tørn, hóast Neistin hálaði inn aftur í seinastu løtu til endaliga úrslitið 24-25.
H71 og VÍF fylgdust meginpartin av fyrra hálvleiki og sjáldan var meira enn eitt mál á muni. Beint fyri steðgin legði H71 seg kortini nøkur mál fram um og førdi 14-11, tá ið liðini fóru at hvíla seg.
H71 helt seg frammanfyri allan seinna hálvleik. VÍF minkaði nakrar ferðir niður í tvey mál, men H71 helt stand og vann at enda greiðan sigur 28-23. Harvið er H71 steypavinnari hjá dreingjum 12.
Dreingir 10 hjá Kyndli og H71 spældu leingi ein javnan fyrra hálvleik í steypafinaluni. Men beint fyri hálvleik fór H71 nøkur mál fram um, og í steðginum var 10-7 til H71.
H71 økti beinanvegin í seinna hálvleiki og kom fimm mál fram um . Kyndil megnaði ikki at svara aftur. At enda vann H71 greitt 22-17 og er harvið steypavinnari hjá dreingjum 10
Faxe Kondi Steypafinala, Gentur 10 Kyndil a – H71 a 15-15 ( 9-6), (eftir umdyst 17-18 )
Kyndil og H71 fylgdust eina løtu í steypafinaluni hjá gentum 10, áðrenn Kyndil dróg frá, og var frammanfyri 9-6 í steðginum.
H71 minkaði niður í eitt mál beinanvegin í seinna hálvleiki, men Kyndil svaraði skjótt aftur, legði seg fram um við nøkrum málum, og alt bendi á at Kyndil fór at vinna finaluna.
Men seinastu minuttirnar svaraði H71 aftur og kom fram um 15-14.
Tað eydnaðist tó Kyndil at javna til 15-15 og so varð umdystur.
Umdystin vann H71 18-17, sum harvið gjørdust steypavinnarar
Fyrr í vikuni boðaði Neistin frá, at málverjin Yui Shibuya gevst í felagnum, og í gjár boðaði Stjørnan frá, at Yui skal spæla í Klaksvík komandi kappingarár.
30 ára gamla Yui hevur verið ein av bestu málverjunum í landskappingini hjá kvinnum síðan hon kom til Neistan í 2023, og seinasta kappingarár varð hon vald til ársins málverja.
H71 byrjaði dystin nógv betri, hóast Neistin var greiður favorittur undan finaluni.
Sum hálvleikurin leið minkaði Neistin tó ummunin, men H71 helt seg tó framman fyri 14-13 í hálvleikinum
H71 helt seg eisini frammanfyri fyrst í seinna hálvleiki og kom skjótt trý mál fram um. Hoyvíksgentur spældu skilagóðan hondbólt og høvdu tol at spæla seg til góðar málmøguleikar.
Neistin spældi nógv upp á Sigrið Hansdóttir og í málinum stóð Bjørk Jákupsdóttir ein sera góðan dyst. Tað hjálpti og um miðjan seinna hálvleik kom Neistin upp á javnt og legði seg síðan fram um fyri fyrstu ferð í dystinum, 21-20.
Neistin fekk nú tamarhald á dystinum, og dróg skjótt frá, og var einaferð framman fyri við fýra málum
H71 fór fram við verjuni í eini roynd at venda dystinum og tað kom ein ávísur spenningur í dystin.
Í kvøld verður fyrstu steypafinalurnar í stóra steypafinaluvikuskiftinum í hondbólti, sum verður spælt í høllini við Tjarnir í kvøld, leygardagin og sunnudagin.
Í kvøld spæla gentur 16 og dreingir 16. Hjá gentunum spæla Neistin og H71, og hjá dreingjum spælir H71 móti einum so forkunnugum liði sum VB, sum er í einari steypafinalu fyri fyrstu ferð í mong ár.
KÍF eru vanliga kendir fyri ongantíð at geva upp, og teir hava ongantíð tapt ein dyst fyrr enn seinasta bríksl. Men so var ikki í hálvfinalunum í Faxe Kondi Steypakappingini móti H71.
H71 vann nevniliga ein søguliga stóran samlaðan sigur móti KÍF við 32 málum, 87-55.
Fyrru hálvfinaluna vunnu hoyvíkingar við fimtan málum, og í seinnu hálvfinaluni í kvøld vunnu teir upp aftur meira, 46-29.
Við hesum tryggjaði H71 sær pláss í steypafinaluni við Tjarnir komandi leygardag, har mótstøðuliðið verður Kyndil, og tá verður mótstøðan ein heilt onnur.
Stórdystur var í Kiel í dag, tá ið oddaliðið Magdeburg, sum higartil ongan dyst hevði tapt, var á vitjan í Wunderinohøllini.
THW Kiel gjørdi ikki minni enn at vinna dystin 31-29. Í steðginum var Magdeburg á odda 12-10. Men Kiel vendi dystinum í seinna hálvleiki, og setta harvið eina ávísan spenning í Bundesliguna.
Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fýra mál við seks skotum og legði eisini upp til fýra mál
Kiel nummar fimm í deildini við 32 stigum, seks stig aftanfyri Magdeburg, sum enn er fremst.
Füchse Berlin, við Hákuni West av Teigum, er næstfremst við 34 stigum. Teir vunnu í dag 37-32 á Stuttgart, eftir at hava verið aftanfyri í steðginum. Hákun skoraði fýra mál við fýra skotum.
Hannover-Burgdorf við Vilhelm Poulsen á liðnum vann í gjár 30-25 á HSF Wetzlar og er nummar níggju í deildini.
Tað var einki at siga til, at hondbóltskvinnurnar hjá VÍF og viðhaldsfólkini vóru ovurfegin, tá ið VÍF samanlagt hevði vunnið hálvfinalurnar í Faxe Kondi Steypakappingini við einum málið. Í dag endaði javnt 25-25, og harvið vann VÍF samanlagt 49-48 á Neistanum.
Eins og í fyrru hálvfinaluni hevði Neistin enn einaferð mist eina rímiliga greiða leiðsu, móti rættiliga rutineraða liðnum hjá VÍF, sum onkursvegna eisini megnaði at fáa úrslitið í seinnu hálvfinaluni at koppa sín veg, hóast tað helst var meira “held enn forstand”, sum onkur vestmannaáskoðari segði.
Í roynd og veru hevði Neistin uppiborið betri, vóru fleiri í høllini samd um.
Jana Mittún og Viborg vunnu í dag 32-26 á útivølli móti pólska liðnum Zagłębie Lubin í bólki D í Europa League. Harvið tryggjaði Viborg sær pláss í fjórðingsfinalunum.
Tað gekk heldur striltið hjá Viborg fyri steðgin og í hálvleikinum var 17-15 til heimaliðið. Men eftir steðgin kom Viborg skjótt upp á javnt og avgjørdi dystin seinasta korterið.
Jana var eftir dystinum vald til dagsins leikara. Hon stýrdi spælinum hjá Viborg meistarliga og skoraði fimm mál.
H71 gjørdi fyrst í dystinum sítt til, at tað kom ein ávísur spenningur í seinnu hálvfinaluna, hóast Kyndil hevði vunnið fyrru hálvfinaluna við sjey málum.
Dystirin livdi allan fyrra hálvleik, og í steðginum var H71 frammanfyri 18-15. Tað merkti, at H71 bara var fýra mál frá at fáa Kyndil aftur.
Men hoyvíkskvinnur vóru ikki nóg neyvar til veruliga at hótta væl smurdu kyndilsmaskinuna. Í seinna hálvleiki kom Kyndil skjótt upp á javnt, og so kom ongantið aftur spenningur í dystin.
Endin varð, at H71 vann við einum máli, 33-32.
Hjá Kyndli skoraði Turið Arge Samuelsen 11 mál, meðan Lukka Arge var toppskjútti hjá H71 við 8 málum.
Altjóða hondbóltssamgongan IHF hevur valt liðfelagan hjá Hákuni West av Teigum í Füchse Berlin, danan Mathias Gidsel, til heimsins besta hondbóltsleikara í 2025.
Tað er triðja árið á rað, at Gidsel fær henda heiðurin, og tað hevur eingin maður megnað áður. Síðan 2016 er heiðurin hvørt ár farin til ein dana.
Danski málverjin, Emil Nielsen , og kroatin Ivan Martinovic vóru eisini í uppskoti.
Hjá kvinnunum vann norska Henny Reistad somuleiðis triðja árið á rað. Brasilska Bruna de Paula og norski málverjin Katrine Lunde vóru eisini í uppskoti.
Helgi Hildarson Hoydal úr H71 og Fríða Nolsøe Olsen úr VÍF eru vald til mánaðarinnar leikarar í bestu hondbóltsdeildunum hjá áviksvist monnum og kvinnum.
Kyndil livdi upp til leiklutin sum favoritturmóti Neistanum, tá ið menninir hjá havnarfeløgnum spældu fyrru hálvfinaluna í Faxe Kondi steypakappingini.
Kyndil vann dystin 31-25, eftir hálvleiksstøðuna 17-12 til Kyndil.
Kyndil fekk nøsini fram um beinanvegin og kom avgerandi fram um beint fyri steðgin, og heilt stand allan seinna hálvleiki.
Seinna hálvfinalan verður spæld leygarkvøldið klokkan 19.00 í høllini á Hálsi.
Neistakvinnur byrjaðu sum eitt ódnarveður í fyrra hálvfinaluni í Faxe Kondi steypakappingini móti VÍF og førdi 8-2, tá ið nærum eitt korter var spælt.
So byrjaði VÍF ein seigan róður at hála seg inn aftur á Neistan, og spakliga minkaði munurin. Í hálvleikinum var 13-10 til Neistan.
Neistin økti aftur beint eftir steðgin. Men VÍF gavst ikki so, og hálvan minutt fyri tíð skoraði Durita Jojic avgerandi málið í dystinum til 24-23 til VÍF.
Seinna hálvfinalan verður spældi í Vestmanna sunnudagin klokkan 16.00.
Í kvøld og annaðkvøld verða fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi Steypakappingini hjá monnum og kvinnum spældar.
Tríggir dystir eru í kvøld. Størsti spenningurin er í Hoyvíkshøllini, har tey tey bestu kvinnuliðini seinnu árini, H71 og Kyndil, bresta saman klokkan 18.
Samstundis taka Neistakvinnur móti VÍF í høllini á Hálsi. Her má VÍF metast sum rímiliga greiður favorittur, tí vestmannakvinnur hava staðið seg væl seinnu vikurnar.
Hjá monnunum spæla grannarnir Neistin og Kyndil klokkan 20. Her eru føroyameistararnir Kyndil greiður favorittur.
Í hinari hálvfinaluni hjá monnum, sum verður hóskvøldið klokkan 20.00 í Kollafirði, eru verandi steypavinnarar, H71, greiður favorittur móti KÍF, sum ikki hevur havt eitt gott kappingarár higartil.
Kyndil boðar frá, at kvinnuliðið hjá felagnum hevur fingið norska leikaran Kaju Kristensen í hópin.
Kaja er 30 ára gomul, 174 cm høg, og kemur til Kyndil við drúgvum royndum úr bæði norsku og týsku deildini. Hon hevur millum annað spælt við feløgum sum Larvik HK, Oppsal og BSV Sachsen Zwickau.
Kaja spældi fyrsta dystin fyri Kyndil móti Stjørnuni um vikuskiftið. Hon skoraði tvær ferðir.
Landsliðsleikarin í hondbólti, Rói Ellefsen á Skipagøtu, skifitir í summar til Aarhus Håndbold, sum í løtuni er við uppflytingarstríðnum úr næstbestu donsku deildini.
22 ára gamli hoyvíkingurin hevur í trý ár spælt við Hallby í bestu svensku deildini.
Hallby er í løtuni nummar 12. Rói hevur hetta kappingarárið skotið 90 mál í 20 dystum.
Menninir hjá H71 eru flúgvandi í bestu mansdeildini í hondbólti og vunnu í dag heili 41-25 móti KÍF í Kollafirði.
Eisini føroyameistararnir úr Kyndli vunnu stórsigur, 40-18, móti Team Klaksvík.
Mest spennandi dysturin var í Vestmanna, har StÍF vendi dystinum seinastu løtuna og vann 31-29 móti heimaliðnum VÍF.
H71 er greitt fremst við 25 stigum, og fer uttan iva við einum beinleiðis hálvfinaluplássi.
Hitt beinleiðis plássið kappast Kyndil, StÍF og VÍF um. Tey hava í løtuni ávíkavíst 20-, 18- og 16 stig.
Neistin og KÍF á fimta og sætta plássi enda heilt víst í fjórðingsfinalunum, meðan Team Klaksvík á aftasta plássið við bert einum stigi, fer sum einasta liðið ikki at spæla seg víðari í FM-spælið.
Fimm dystir í bestu kvinnudeildini í hondbólti eru spældir um vikuskiftið, og allir endaðu við teimum væntaðu sigrunum.
Fríggjakvøldið vann Kyndil 37-21 móti VB suðri í Vági. Í gjar vunnu føroyameistararnir, H71 heili 43-19 móti EB í høllini við Streymin.
Í dag vann VÍF 38-17 móti StÍF, Kyndil 39-27 móti Stjørnuni, og Neistin 31-16 móti VB í Vági.
Nú landskappingin fer í ein steðg í nakrar vikur orsaka av landsdystum og steypakapping liggur Kyndil nummar eitt, og sær út til at fara við tí eina plássinum, sum gevur beinleiðis atgongd til hálvfinalurnar. Hitt beinleiðis plássið í hálvfinalurnar, kappast H71 og VÍF um.
Í botninum er spennandi, um tað verður VB ella EB, sum fer avstað við seinasta plássinum
Jana Mittún og Viborg tóku í dag eitt stórt stig móti fjórðingsfinalunum í EHF European Cup, tá ið tær vunnu 34-28 móti CSM Corona Brasov á útivølli í Rumenia.
Fyrri hálvleikur var heilt javnur, og liðini fóru til steðgin við 17-17.
Eftir steðgin fekk Viborg yvirvág og dróg frá móti endanum.
Jana Mittún skoraði trý mál og stýrdi álopsspælinum hjá Viborg næstan allan dystin. Hon hvíldi seg ofta, tá ið Viborg vardi.
Tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki koma í fjórðingsfinalurnar. Viborg er nummar tvey í bólki D við 6 stigum og eru trý stig framman fyri Brasov á triðja plássi, nú tveir dystir eru eftir í bólkaspælinum. So tað sær veruliga gott út hjá Viborg.
EM – hondbóltur menn, Unity Arena í Oslo í Noreg Slovenia – Føroyar 30-27 (16-15)
Hóast vit øll eru vónbrotin, um ikki at koma víðari til meginumfarið í Malmø, so kunnu vit ikki annað enn takka okkara hondbóltshetjum fyri enn eitt ævintýr, sum einki stendur aftanfyri Berlin.
Tit eru fantastiskir og góvu okkum nakrar ógloymandi løtur í Unity høllini í Fornebu í Oslo, har vit fóru gjøgnum allar kenslur, frá ovfarakæti til tómu kensluna, tá ið ævintýrið var av eftir 30-27 ósigurin fyri Slovenia í gjárkvøldi.
Grindin sprakk úr pottinum aftur. Soleiðis er kenslan, eftir at føroysku hondbóltsmenninir vóru so sera nær við at koma víðari.
Tað sá annars so gott út undan seinasta leikdegnum í Bólki D. Sveis skuldi hála tvey stig og sekstan mál inn á Føroyar, og tað átti næstan at verið ómøguligt.
Men Montenegro vísti sera vánaligan ítróttaanda við at lata Sveis vinna við 17 málum. Leysasøgur vildu vera við, at montenegrar vóru sæddir í býarlívinum náttina fyri dystin. Um tað er hald í hesum søgum, vita vit ikki. Men teir spældu í hvussu er, sum um teir høvdu verið skítfullir allan náttina. Stór skomm má sigast.
EM – hondbóltur menn, Unity Arena í Oslo í Noreg Montenegro – Føroyar 24-37 (12-19)
Frá fyrsta bríksli spældu Føroyar nærum ein fullkomnan dyst móti Montenegro í øðrum dystinum í EM-endaspælinum í manshondbólti.
Okkara hetjur snøgt sagt hølvaðu Montenegro av heili 37-24, og tað, at Slovenia vann á Sveis seinni um kvøldið, ger, at Føroyar eru nærum komnar víðari í millumsplælið. Sveis skal hála tvey stig og sekstan mál inn á Føroyar í seinasta umfarið, um tað skal kiksa.
EM – hondbóltur menn, Unity Arena í Oslo í Noreg Føroyar – Sveis 28-28 (16-13)
Sum so nógvar aðrar landsdystir, so fóru vit gjøgnum allar kenslur í fyrsta dystin í EM móti Sveis.
Sveis kundi leggja seg fram um við tveimum málum í seinasta minutti, men misnýttu møguleikan við 15 sekundum eftir. Føroyar fór skjótt fram eftir vøllinum, og trý sekund fyri tíð javnaði Vilhelm Poulsen við skoti av høgra bakki. Sveis var tó ógvuliga nær við at fáa bóltin í tóma føroyska málið áðrenn seinasta bríksl. Men tað eydnaðist ikki, og so var ovfarakati á teimum 6000 føroysku viðhaldsfólkunum og leikarunum.
Enn eitt megnar føroyskt avrik, og eitt sera týðandi stig var tryggjað, um vit skulu hava møguleika at koma víðari í millumspælið.
Hákun West av Teigum skoraði 15 mál í teimum báðum vinardystunum, sum manslandsliðið í hondbólti spældi móti Italia um vikuskiftið.
Harvið hevur Hákun sambært Handballstatz skotið 206 mál í 37 landsdystum. Tað merkir, at hann er farin eitt mál fram um Heina Hanusarsson upp á annað pláss á tíðarinnar málskjúttaralista á landsliðnum.
Nú er bara Hanus Joensen, pápi Heina Hanusarsson, framman fyri Hákun á málsjúttaralistanum. Hanus skoraði frá 1971 til 1986 238 mál í 54 landsdystum.
Hákun manglar sostatt 33 mál fyri at fara fram um Hanus. Vil ordiliga væl til so kann tað longu henda í EM-endaspælinum nú í januar.
Venjingarlandsdystur – hondbóltur menn Føroyar – Italia 38-34 (18-17)
Bjarni á Selvindi, sum als ikki spældi fyrra dystin, byrjaði í álopinum og skoraði tvey tey fyrstu málini í seinna venjingardystinum móti Italia undan EM.
Í hinum endanum hevði Italia sera lætt við at koma í gjøgnum okkara verju, og tá ið vit samstundis brendu nøkur skot, so kom Italia fram um 7-4.
Tróndur Mikkelsen kom inn í verjuna og tað hjálpti beinanvegin. Ein undirtalsstøða gjørdi tó, at Italia kom fram um aftur.
Tað gjørdist tó talan um ein javnan fyrra hálvleik, har liðini skiftust um at vera framman fyri. Bæði Pauli Jacobsen í okkara máli og italiski málmaðurin tóku fleiri leys skot, og sum heild sást í øllum lutum, at hetta var ein vinardystur.
Pauli Mittún gjørdi tað gott, tá ið hann kom inn, og eisini var stuttligt at síggja, at Leivur Mortensen var spældur leysur fleiri ferðir á vinstra veingi og skoraði trygt.
Eisini royndist Hákun West av Teigum, sum altíð, væl á høgra veingi, og eisini skoraði hann nøkur mál eftir skjót mótálop.
Seinastu fimm minuttirnar komu Føroyar eitt skifti fram um við trimum málum, men Italia svaraði aftur, og í steðginum var 18-17 til Føroyar.
Føroyar byrjaðu væl upp á seinna hálvleiki. Pauli Mittun helt fram at spæla væl, og Leivur var framvegis tryggur av vinstra veingi. Í málinum tók Pauli okkurt skot, og Føroyar komu fram um 23-20.
Italia kom tó skjott aftur í aftur, og so var aftur talan um ein javnan dyst.
Óli Mittún kom als ikki inn i seinna hálvleiki, og í staðin sóu vit millum annað hvør dugur er í Bjarna í Selvindi.
Ísak Vedelsbøl royndist eisini væl á strikuni og Pauli Jacobsen hevði fleiri bjargingar, eftir at Tórður Guttesen hevði fingið nakrarminuttir í málinum.
Endin varð, at Føroyar vunnu 38-34.
Altíð gott at fara til Noregs við einum sigri. Venjararnir fingum heilt sikkurt roynt nógv, sum skal brúkast í Noreg, og eitt sum er heilt víst er, at verjan má gerast nógv betri, um vit skulu hava nakran sum helst møguleika móti Sveis, Svartfjallalandi og Slovenia.
Nú gleða vit okkum til Oslo.
Koyr á Føroyar!
Venjingarlandsdystur – hondbóltur menn Føroyar – Italia 38-34 (18-17)
Teir túsundtals føroysku áskoðararnir, sum í næstu viku fara til norska høvðusstaðin Oslo at síggja manslandsliðið í hondbólti spæla EM, eru við til at minka um tað stóra undirskotið, sum norska hondbóltssambandið hevur av kappingini.
Mett verður, at undirskotið verður10 til 12 milliónir norskar krónur. Tað skrivar vg.no.
Aðalskrivarin í hondbóltssambandinum, Erik Langerud sigur samstundis, at føroysku fjeppararnir gera ein veruligan mun í fyri fíggjarliga úrslitið, tí teir dagarnar Føroyar spæla er millum 80- og 90 prosent av atgongumerkjunum seld, samanborið við bara 10 prosent til vanlig endaspøl.
Hann sigur, at tað varð telva við at velja Føroyar, tí uttan føroysku viðhaldsfólkini hevði undirskotið verið enn størri.
Norsku vertirnir hava selt umleið 83 prosent av øllum atgongumerkjunum til norsku dystirnar.