Brasil og Argentina taptu í nátt

Tey bæði stóru fótbóltslondini í Suðuramerika taptu sínar dystir í HM-undankappingini í nátt. Bæði hava longu tryggjað sær pláss í HM-endaspælinum komandi summar.

Brasil tapti 1-0 móti Bolivia eftir eitt umstrítt brotsspark, givið eftir VAR-kanning.. Hetta var fyrsti sigurin hjá Bolivia á Brasil síðan 2009, sum eisini tryggjaði teimum 7. plássið, sum gevur møguleika spæla seg til HM komandi vár.

Brasil fall av øðrum niður á fimta pláss á stigatalvuni. Liðið hevur bert vunnið tríggjar av átta dystum og hevur tapt fýra av teimum seinastu fimm.

Argentina uttan Lionel Messi tapti eisini, hesaferð 1-0 móti Ekvador. Bæði liðini vóru longu tryggjað pláss í HM. Nicolás Otamendi var útvístur í fyrra hálvleiki. Enner Valencia skoraði sigursmálið við brotssparki langt inni í yvirtíðini.

Argentina, Ekvador, Kolumbia, Uruguai, Brasil og Paraguai hava longur tryggjað sær pláss í HM-endaspælinum í USA næsta summar.

Stigatalva HM-undankapping Suðuramerika

DVJTM+M-+/-Stig
1Argentina1812243115+1638
2Ekvador188552619+729
3Kolombia187742016+428
4Uruguai187742422+228
5Brasil187742117+428
6Paraguai187741614+228
7Bolivia1862102335−1220
8Venesuela1853101730−1318
9Peru1826101225−1312
10Kili182511927−1811