Atli seinastu ferð í Sarpugerði og HB vann silvur

Atli Gregersen spældi í gjár sín seinasta dyst á besta liðnum hjá Víkingi í Sarpugerði, tá ið Víkingur tapti 2-0 fyri HB.

Fyri Víking hevði dysturin einki at siga, uttan at halda leikararnar í gongd til steypafinaluna fríggjakvøldið klokkan 19.00 móti KÍ.

Fyri HB merkti sigurin, at teir hava tryggja sær annað plássið, eftir eina sera vánaliga byrjan upp á kappingarárið. HB hevur ongan dyst tapt í landskappingini, síðan André Olsen tók yvir sum venjari eftir Adolfo Sormani.

Tað var sum heild meira bit í HB millum hvirlurnar í Sarpugerði, og vindurin gjørdi at ein sending inn um Víkingaverjuna steðgaði á, so at málverjin, Bárður á Reynatrøð, ikki náddi bóltinum, og so skoraði Emil Grønn Pedersen sítt mál nummar 20 í landskappingini.

Í hálvleikinum skifti Víkingur nógv út fyri at spara leikarar til steypafinaluna, og miðskeiðis í seinna hálvleiki, var Atli Gregersen skiftur út fyri seinastu ferð í Sarpugerði, og lógvabrestirnir rungaðu millum hvirlurnar.

HB var framhaldandi omaná, og seint í dystinum avgjørdi Ási Dam við einum frálíkum langskoti eftir jørð.

(Trýst á myndirnar fyri at gera tær størri)