Atgongumerki til EM-undankapping til sølu fríggjadagin

Fríggjadagin 19. septembur klokkan 10.00 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá kvinnum millum Føroyar og Montenegro til sølu.

Dysturin verður spældur leygardagin 18. oktobur klokkan 19.00 við Tjarnir. Sølan verður á atgongumerki.fo..

Sitipláss eru talmerkt, meðan standipláss eru kring gyrðingina handan áskoðaraplássini. Børn undir skúlaaldur sleppa ókeypis inn, um tey sita hjá einum vaksnum.

Í mesta lagi ber til at keypa 6 atgongumerki. Sitipláss kostar 200 krónur, standipláss 150 krónur. Avgreiðslugjald kemur afturat.

Føroyar byrja undankappingina á útivølli móti Íslandi mikudagin 15. oktobur. Heimadysturin móti Montenegro verður leygardagin 18. oktobur. Fjórða liðið í bólkinum er Portugal, og verða dystirnir móti teimum í mars