Arsenal, Tottenham og Real Madrid væl í gongd við Champions League

Champions League er í gongd aftur.

Arsenal vann 2-0 á Athletic Club Bilbao. Tað vóru innskiftararnir Gabriel Martinelli og Leandro Trossard, sum tryggjaðu sigurin.

Tottenham og danski venjarin Thomas Frank fingu eina gávu, tá iðmálverjin hjá Villareal gjørdi sjálvmál eftir fýra minuttir, sum eisini gjørdist einasta málið í dystinum.

Real Madrid vann tepurt 2-1 á Marseille. Timothy Weah legði franska liðið á odda, men Kylian Mbappé javnaði við brotssparki. Dani Carvajal hjá Real fekk reytt kort fyri stúta ein mótleikara. Men Madrid fekk enn eitt straffi, og Mbappé tryggjaði sigurin.

Juventus og Dortmund spældi ein villan dyst, sum endaði 4-4. Øll málini komu í seinna hálvleiki. Dusan Vlahovic skoraði tvey mál og legði upp til tað seinasta, sum Lloyd Kelly stútaði inn. Juventus tryggjaði sær eitt stig í seinastu løtu.

PSV Eindhoven tapti óvæntað 1-3 móti Union úr Belgia.

Qarabag úr Aserbadjan gjørdi eitt ótrúligt comeback móti Benfica, sum førdi 2-0. Qarabag skoraði tríggjar ferðir, og vann harvið púra óvæntað í Lissabon