Arsenal knógvaði seg til sigurs í meistarastríðnum

Í einum sera dramatiskum dysti, megnaði oddaliðið í Premier League akkurát at vinna trý sera týðandi stig móti West Ham á útivølli.

Leingi var málleyst á London Leikvøllinum og málverjin hjá Arsenal, David Raya hevði eina dystarvinnandi bjarging, beint áðrenn Arsenal skoraði einasta málið í dystinum.

Leandro Trossard skoraði eftir sera gott forarbeiða av norðmanninum Martin Ødegaard.

Dramatikkurin var ikki av, tí í yvirtíðina fekk West Ham bóltin inn um málstrikuna. Men eftir langan steðg, avgjørdi VAR, at fríspark var gjørti móti Raya í málinum hjá Arsenal, og málið var kolldømt.

Arsenal er nú við 79 stigum fimm stig framman fyri Manchester City, sum hevur spælt ein dyst færri.

Stigatalvan í Premier League