Allir fingu møguleikan í ósigri fyri Italia

Venjingarlandsdystur – hondbóltur menn
Føroyar – Italia 36-34 (19-17)

Føroyar komu betri frá byrjan í fyrra venjingardystinum undan EM móti Italia í høllini við Tjarnir. Bæði liðini skulu í komandi viku spæla í EM-endaspælinum.

Italia byrjaði við, at verja heilt langt frammi á vøllinum, og tað var akkurát tað, sum Óli Mittún hevði brúk fyri, og hann smeyg sær við sínum kvika fótskifti lættliga gjøgnum, skoraði nøkur mál og vann brotskøst, sum Hákun West av Teigum setti trygt í málið.

Í hinum endanum fekk Pauli Jacobsen sera góða byrjan í málinum og tók fleiri leys skot.

Føroyar komu tvey mál fram um , og hendan leiðslan skuldi vísa seg at halda allan fyrra hálvleik.

Føroyar byrjaðu við Paula Jacobsen í málinum, Leivi Mortensen á vinstra veingi, Paula Mittún á vinstra bakki, Óla Mittún á miðjuni, Vilhelm Poulsen á høgra bakki, Hákun West av Teigum á høgra veingi og Teis Rasmussen og Pætur Mikkjalsson á strikuni. Óli skoraði flestu málini, men eisini Vilhelm byrjaði væl á bakkinum.

Sum fyrri hálvleikur leið fingu fleiri leikarar møguleikan, og millum annað stóð Rói Ellefsen á Skipagøtu seg væl, og skoraði nøkur mál. Eisini sóu vit nakað sum sjáldsamt sum tvey langskotsmál frá Róa og Tróndi Mikkelsen, men her havast skal í huga, at italsku leikararnir ikki eru av hægstu hondbóltsleikarum.

Meðan álopið fleyt væl, so var meira trilvandi í verjuni, har kviku italsku leikararnir høvdu lætt við at spæla seg til góðar møguleikar, serliga tá ið teir fóru at spæla við sjey í álopinum.

Í hálvleikinum stóð 19-17 til Føroyar.

Føroyar komu flúgvandi inn til seinna hálvleik. Málini komu í okkara høgru síðu frá Vilhelm og Hákun.

Í málinum kom Tórður Guttesen í málið til sín fyrsta landsdyst í fleiri ár. Hann vísti seg við onkrari bjarging, einari flúgvandi bjarging, tá ið málið var tómt og við einum góðum útkasti.

Føroyar komu fram um 26-20, áðrenn Italia fór at minka um munin.

Føroyar gjørdu sera nógvar útskiftingar, og tað ávirkaði liðið týðiliga. Álopið fleyt ikki líka væl, og eisini vóru fleiri møguleikar brendir.

Munurin hvarv skjótt, og Italia javnaði tvær ferðir, áðrenn teir løgdu seg fram um 30-29, tá ið átta minuttir vóru eftir.

Føroyar royndu at seta partar av A-ketuni inn aftur, men tað eydnaðist ikki at koma fram um aftur, og Italia vann dystin 36-34.

Alt í alt ein ordiligur vinardystur, har venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, gav flestu leikarum møguleikan. Tað hevði við sær, at rútman fór úr spælinum, og tað kostaði at enda sigurin.

Hugsandi er, at vit sleppa at síggja A-ketuni meira í spæli í seinna venjingardystinum móti Italia, sum verður spældur sunnudagin klokkan 17 í høllini við Tjarnir.


Venjingarlandsdystur – hondbóltur menn
Føroyar – Italia 36-34 (19-17)

Føroyar

  • Hákun West av Teigum: 8
  • Óli Mittún: 6
  • Vilhelm Poulsen: 5
  • Rói Ellefsen á Skipagøtu: 5
  • Teis Horn Rasmussen: 3
  • Ísak Vedelsbøl: 3
  • Tróndur Mikkelsen: 2
  • Pætur Mikkjalsson: 1
  • Rói Berg Hansen: 1
  • Helgi Hoydal
  • Bjarni í Selvindi
  • Leivur Mortensen
  • Allan Norðberg
  • Kjartan Johansen
  • Pauli Jacobsen (má)
  • Tórður Guttesen (má)