Føroyska manslandsliðið í fótbólti spælir í kvøld klokkan 19.45 HM-undandyst í bólki L á útivølli móti Gibraltar.
Í juni vunnu Føroyar á Tórsvølli 2-1 móti Gibraltar, og við útvarpið sigur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, at teir vita at teir eru favorittar í kvøld, og fara eftir sigrinum, hóast teir eisini vita, at Gibraltar er eitt gott lið.
Eyðun Klakstein hevur boðað frá, at tað verða í minsta lagi tríggjar broytingar á liðnum.
Samuel Chukwudi kemur inn í miðverjuna fyri leikbannaða Odmar Færø. Martin Agnarsson og Jann Benjaminsen verða møguliga møguliga á bakkkunum, og á miðvøllinum er væl møguligt at Géza Turi fær møguleikan. Heilt frammi kann væl verða, at Páll Klettskarð verður frá byrjan
Dysturin verður vístur beinleiðis í sjónvparpinum, sum byrjar at senda beint eftir Dag og viku.
FM1 sigur eisini beinleiðis frá dystinum og byrjar at senda klokkan 19.00.

