Adrian á vikuliðnum hetta umfarið

Landsliðs leikarin Adrian Justinussen er á vikuliðnum í næstbestu donsku deildini hetta umfarið.

Hann skoraði eitt mál í 3-0 sigrinum hjá Hillerød móti Esbjerg. Poul Kallsberg spældi eisini ein tíma av dystinum

Hillerød er fremst í Betinia deildini eftir níggju dystir við 17 stigum.