
Meistardeildin Menn
AB – B68 2-0 (1-0)
AB er fyrsta oddaliðiðið í bestu deildini hjá monnum hetta kappingarárið, og tað man vera langt síðan, at tað er hent, um enn nakrantíð.
Uppflytararnar av Argjum vunnu ársins fyrsta dyst 2-0 á heimavølli móti B68, og sigurin var uppiborin.
Obule Sunday Moses legði AB fram um tíðliga í fyrra hálvleiki (sí mynd), tá ið ein bóltur støkk út frá málinum hjá B68 eftir eitt hornaspark, og við einum góðum langskotið beindi hann bóltin í málið, og so var rómur á Argjum.
B68 hevði bóltin nógv restina av fyrra hálvleiki, men tað var ikki ordiligt bit í álopsspælinum. Toftamenn spældu ógvuliga smælt, og dúvaðu nógv upp á hóttanina frá Sebastian Lau Nielsen mitt fyri, men tað gjørdist ov trupult hjá honum at bjóða av einsamallur.
Eisini høvdu toftamenn nakrar deyðbóltsstøður, men argjamenn vóru so snildir, at gera fríspørkini so langt frá málinum, at tað ongantíð var nakar vandi á ferð.
Nærmast við at javna var B68 í eini kontrastøðu, sum endaði við, at Ahmet Latif staddur á brotsteigarmarkinum til vinstru fyri málið sendi eitt skot vinstru megin málið. Var tað skotið innanfyri, so var helst mál.
Í seinna hálvleiki var AB betri frá byrjan. Bjarki Nielsen hevði ein góðan møguleika beinanvegin, og fimm minuttir eftir steðgin prikaði afturvendi argjamaðurin, Ragnar Skála, beint undir málinum bóltin inn um strikuna, eftir sera gott forarbeiði frá Sjúrði Henriksen, sum rak seg úr vinstru síðu leysan á baklinjuni og legði inn fyri.
Ragnar peikaði á AB-búmerki, meðan á frøddist um málið, so tað er lítið at ivast í, at hann er glaður fyri at spæla aftur í barndómsfelagnum.
AB hevði fyri tað mesta sera gott tamarhald á 2-0-leiðsluni, og B68 hevði sera torført við at skapa møguleikar. Tað var bara til okkurt hendinga langskot, og einaferð var nær við, at ein B68-arari fekk tánna á eitt innlegg framman fyri tómum máli,
Merkisvert var eisini, at B68 bíðaði heilt til 84. minutt at skifta út. Tað sigur okkum væl, at hópurin hjá B68 er sera smælur, og tí kann væl hugsast, at hetta fer at verða eitt sera tungt kappingarár hjá toftamonnum.
B68 hevði ein stóran møguleika afturat í seinasta minutti av longdu leiktíðini, tá ið Patrick Mensah skeyt upp um staddur beint framman fyri málið.
Leikferðin í dystinum var høg til at vera fyrsti dystur, og leikararnir hjá báðum liðum sóu út til at vera væl fyri. Hinvegin knípti eitt sindur í góðskuni á spælinum, og serliga hjá toftamonnum var neyvleikin ikki nóg stórur, tá ið teir nærkaðust brotsteiginum.
Argjamenn fingu trý stig í hesum dystinum, sum helst fer at vísa seg at verða ein “seks stigs dystur”, tí væntast kann, at bæði liðini koma at stríðast heilt niðri í botninum í Meistaradeildini, tá ið tað nærkast endanum av kappingini seint í heyst.
Fyribils er AB oddalið í Meistaradeildini hjá monnum.




