HM-undanbólkur L: Gibraltar- Føroyar 0-1 (0-0)
Føroyar raktu ongantíð rætta orkustøðið í fyrra hálvleiki og spældu ein av vánaligastu hálvleikunum undir Eyðuni Klakstein.
Einki riggaði, og tað vísti seg at vera sera trupult hjá okkara leikarum at raka hvønn annan.
Um tað vóru ov nógvar broytingar, er ilt at siga, men heilar seks broytingar vóru samanborið í dystin móti Kroatia.
Tíbetur so var Gibraltar minst líka vánaligt sum Føroyar, og tí var talan um ein sera vánaligan og linligan fyrra hálvleik.
Manglandi orkustøði og ótryggleikin var um alt liðið. Brandur Olsen spældi sjáldsama vánaligt á miðvøllinum, Páll Klettskarð kom ongantíð inn í dystin, sjálvt Árni Frederiksberg hevði skeivar sendingr, og ótryggleiki sást eisini á Andrias Edmundsson, sum spældi ein frálíkan dyst móti Kroatia.
Einasti maður sum lýsti av tryggleika allan dystin, var Mattias Lamhauge í málinum, og tað gjørdist veruliga brúk fyri honum fyrst í seinna hálvleiki.
Gibraltar kom betri inn til seinna hálvleik
Føroyski hjálparvenjarin, Atli Gregersen, segði við sjónvarpi í steðginum, at tað var tosað við stórum bókstavum í skiftirúminum, men tað sást ikki fyrsta korterið eftir steðgin.
Í staðin var tað Gibratlar, sum legði stórt trýst á føroyska málið, og eina løta, sá tað út til, at tað bara var ein spurningur um tíð, áðrenn Gibraltar skoraði, men Mattias í málinum gjørdi sítt arbeiði.
Tað stóð øllum greitt, at útskiftingar máttu til á liðnum, og tað tyktist, sum landsliðsvenjararnir bíðaðu alt ov leingi.
Jóan Símun, Hanus og Jóannes við nýggjari orku
Men tá ið eitt korter var spælt eftir steðgin, komu Jóan Símun Edmundsson, Hanus Sørensen og Jóannes Danielsen á vøllin fyri Páll Klettskarð, Jóannes Bjartalí og Jann Benjaminsen.
Tað hjápti beinanvegin, og teir tríggir góvu liðnum nýggja orku, og dysturin vendi í somu løtu, teir komu á vøllin.
Nú lá eitt føroyskt mál í luftini, og tað kom longu sjey minuttir eftir innskiftingarnar. Árni Frederiksberg legði bóltin flatt innfyri úr høgru síðu, Brandur rakti ikki ordiliga bóltin, og málverjin hálvbjargaði bóltin út til Martin Agnarsson, sum við vinstra beini, sendi bóltin út í innaru síðuna á høgra síðuneti.
Jákup skapti tryggleika á miðvøllinum
Løtu seinni kom Jákup Andreasen á vøllin fyri Geza Turi, og tað vísti seg, at liðskiparin hjá KÍ veruliga fekk tryggleikan fram í føroyska spælinum. Hann dugdi at gera tað einfalda, sum vísti seg at vera sera trupult í fyrra hálvleiki, tá ið allir føroysku leikararnir høvdu alt ov nógvar nertingar á bóltinum.
Føroyar áttu restina av dystinum, og Gibraltar hótti ongantíð veruliga føroysku eitt máls leiðsluna. Heldur vóru Føroyar nær við at økja, og Martin Agnarsson var nær við at gerast dupultu málskjútti, men skotið, sum mynti nakað um tað fyrrra, fór skeivu megin stongina.
Føroyar eru nú á triðja plássið í bólki L, javnar í stigum við Montenegro, sum eisini verður mótstøðuliðið í næsta landsdystinum á Tórsvølli 9. oktobur. Ein sigur í tí dystinum er nærum neyðugur, um vit skulu halda triðja plássið í bólkinum.
HM-undanbólkur L: Gibraltar- Føroyar 0-1 (0-0)
0-1 Martin Agnarsson (67. min)
Føroyar:
Mattias Lamhauge – Jann Benjaminsen (60. Jóannes Kalsø Danielsen), Samuel Chukwudi, Andrias Edmundsen, Gunnar Vatnhamar, Martain Agnarsson – Árni Frederiksberg (86. Meinhard Olsen), Brandur Olsen, Geza Turi (73. Jákup Andreasen), Jóannes Bjartalíð (60. Hanus Sørensen) – Páll Klettskarð (60. Jóan Símun Edmundsson).
Á beinkinum:
Bjarti Mørk (má), Bárður á Reynatrøð (má), Viljormur Davidsen, Gullbrandur Øregaard, Adrian Justinussen, Noah Mneney, Poul Kallsberg.
Stigatalva HM-undanbólkur L
| D | V | J | T | F | Í | +/- | S | |
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| Kroatia | 4 | 4 | 0 | 0 | 17 | 1 | +16 | 12 |
| Kekkia | 5 | 4 | 0 | 1 | 11 | 6 | +5 | 12 |
| Føroyar | 5 | 2 | 0 | 3 | 4 | 7 | -3 | 6 |
| Montenegro | 5 | 2 | 0 | 3 | 6 | 10 | -4 | 6 |
| Gibraltar | 5 | 0 | 0 | 5 | 2 | 17 | -15 | 0 |

