Kendi danski landsliðsvenjarin Sepp Piontek er deyður

Kendi danski landsliðsvenjarin í 80’árunum, Sepp Piontek er deyður, 85 ára gamal.

Piontek, sum var týskari, førdi í 80’unum danska landsliðið til nýggjar hæddir við sera vøkrum og undirhaldandi spæli, og 80’ara liðið hjá dønum verður framvegis mett sum tað besta danska landsliðið nakrantíð.

Sepp Piontek var landsliðsvenjari hjá Danmark frá 1979 til 1990.

Hann førdi Danmark til EM-endaspælið í Fraklandi í 1984, har liðið rakk hálvfinaluni.

Í 1986 stóð hann á odda, tá ið Danmark fyri fyrstu ferð spældi HM-endaspæl í Meksiko.

Her heima var hetta tíðin, áðrenn føroyska landsliðið var í altjóða fótbólti, og føroyingar fylgdu ógvuliga væl við danska landsliðnum við frálíkum leikarum sum Preben Elkjær, Michael Laudruo, Morten Olsen, Søren Lerby, Frank Arnesen.