
Tey fyrstu árini hjá Sjónvarpi Føroya, sóu føroyingar nógvan skíðítrótt frá norskum sjónvarpi., og føroyingar kendu stjørnur sum italska alpinskíðaran, Alberto Tomba, norska skíðrennaran, Bjørn Dæhlie, og eysturtýsku skoytudrotningina, Katarinu Witt. Nógv er broytt, og í dag hoyra vit valla eitt orð um vetrarítrótt herheima.
Í februar verða olympisku vetrarleikirnir í italsku býunum Milano og Cortina d’Ampezzo. Ein av stjørnunum, sum verður við, er aldrandi amerikanska alpinskíðdrotningin Lindsey Vonn, sum setti skíðirnar á hillina í 2019.
Við nýggjum knæi, nýggjum móti og norskum venjara, hevur 41 ára gamla Vonn tikið øll av bóli og er nú aftur millum heimsins bestu.
Vonn hevði í fleiri ár so nógva pínu í høgra knæi, at hon valla megnaði at ganga. Tað var eisini orsøkin til, at hon gavst.
Men eftir at hava fingið nýtt knæ í 2023, merkti hon brádliga, at hon kundi renna, hoppa og spæla tennis uttan pínu. Tað gav henni vón um eina nýggja byrjan.
Tá ið hon kom aftur í desembur 2024, gekk striltið. Hon gjørdist nummar 16 og 20, og fleiri fyrrverandi stjørnur róptu hana beinleiðis “øra”.
Men Vonn hevði eitt mál, at vinna eitt seinasta gullmerki á olympisku leikunum. Hon ringdi til fyrrverandi norska stjørnuskíðaran, Aksel Lund Svindal, um hjálp. Hann flenti fyrst og segði fyrst “nei”. Men hann gjørdist forvitin, sá upptøkur frá kappingum og sá beinanvegin, at her var nógv, sum bøtast kundi um.
.
Ein norsk venjingarmaskina
Síðan hevur venjingartilgongdin verið altumfatandi, og Svindal hevur verið við frá fyrst á morgni til seint á kvøldi.
Tey vakna áðrenn sólina, eta skjótt og fara beinleiðis í brekkuna. Har stendur hann heilt tætt við, peikar, rópar, filmlar og greinar hvørja einastu rørslu.
Hann sá, at Vonn gjørdi fleiri smáar tekniskar feilir, sum kostaðu dýrabæra tíð. Javnvágin var heldur ikki heilt røtt
Svindal sá eisini, at útgerðin heldur ikki heilt tann besta, og fór undir eitt risastórt arbeiði, at finna røtta samansetingina. Hann lat enntá skíðstivlar gera í somu stødd sum Vonn, so hann sjálvur kundi royna hennara skíðir og merkja, hvussu tær arbeiða.
Vonn sigur sjálv, at Svindal hjálpir við øllum, eisini at bera skíðirnar.
– Vit hava bara fáar dagar í kava, og teir mugu nýtast so væl sum gjørligt, segði hon týðliga í vetur.
Úrslitini komu eisini skjótt. Í desembur vann hon sína fyrstu kapping, síðan hon byrjaði aftur, og nú hevur hon vunnið samanlagt 84 kappingar, og er aftur ein av teimum heilt stóru favorittunum í olympisku leikunum.
Sterkari og tyngri enn nakrantíð
Í samrøðu við People sigur Vonn, at hon hevur hevur tikið fimm kilo upp á, og tað er við vilja.
– Alpinskíðing er ein ítróttur har tyngdarmegin arbeiðir við tær, og meira eg vigi, skjótari eri eg, sigur hon. Hon sigur hon vil vísa, at tað ikki er ein trupulleiki at vera eldri ítróttarkvinna, og at styrki og royndir ofta telja meira enn alt annað.
41 ára gamla Lindsey Vonn er sostatt aftur har, hon trívist best, við í stríðnum um gullmerki.
Hon sigur sjálv, at hetta verður hennara seinasta kappingarár.
– Tú kanst bara kasta terningarnar so og so ofta, sigur hon, og í februar ætlar hon sær at kasta teir eina seinastu ferð og helst vinna olympiskt gull.
Kelda: vg.no
