
Fjallaklintring er vandamikil ævintýrítróttur, og tá ið tað kemur til at klintra upp á heimsins hægsta fjall Mount Everest, ella Sagarmatha, sum tað eitur í Nepal, verður veruliga farið at ytstu mørkum.
Bert ein føroyingur hevur verið uppi á Himnana Gudinnu. Tað var leirvíkingurin Arni Vatnhamar í 2014.
Hinvegin so er tað næstan gerandisdagur hjá sherpafólkunum í Nepal at fara upp á Mount Everest, og Kami Rita Sherpa hevur júst verið á heimsins hægsta tindi fyri 32. ferð síðan 1994 og bøtt um sítt egnað met. Tað skrivar Reuters.
55 ára gamli fjallaklintrarin er við árunum vorðin ímyndin av fjallinum, og nú hevur hann aftur skrivað søgu.
Í ár hava trý fólk latið lív á Everest, og Kami Rita sigur, at ov nógvir royndarleysir fjallaklintrar halda, at Everest er lætt.
– Everest er ongantíð lætt, segði hann í samrøðu við BBC í 2019.
Kami Rita hevur sjálvur upplivað, hvussu vandamikið fjallið er. Hann hevuravlýst túrar, tá ferðandi ikki kláraðu at anda.
– Um eg ivist, so fari eg altíð aftur niður. Everest verður altíð verandi har, um tú yvirlivir, sigur hann.
Sherpafólkið er grundarlagið undir øllum túrunum up á Everest. Teir bera súrevni, vatn, mat og hjálpa fjallaklintrum gjøgnum ísføll, skriðulop og kulda niður 50 kuldastig.
Uttan teirra arbeiði er ikki møguligt at koma upp. Men hóast teir verða róptir herurin á fjøllunum, kenna teir seg ofta ikki sæddar av myndugleikunum.
Kami Rita vaks upp í bygdini Thame, nær við høvðuslegina á Everest. Lívið var hart og arbeiðið á fjøllunum ofta einasti møguleiki. Hann byrjaði sum 10 ára gamal at ganga við eldri sherpamonnum og hoyrdi søgur um fjallið, sum sherpafólkið eisini heldur vera eitt heilagt stað.
Hann hevur eisini sæð myrku síðuna av fjallinum. Í 2014 doyðu 16 sherpar í einum ræðuligum skriðulopi í ísbrekkuni Khumbu, har Kami sjálvur sá kropslutir liggja í kavanum. Hann misti familju og vinir, og sær enn líkini í ísinum hvørja ferð hann fer framvið.
Hóast alt hetta, heldur hann fram. Hann sigur, at hvør ferð niðan er líka álvarsom sum tann fyrsta, og at gleðin er størst, tá ið tað eydnast einum ferðandi at kom upp.
Nepalska ferðaráðið hevur heiðrað Kami Rita fyri hansara søguligu brøgd og fyri hansara stóra lut í at menna fjallaferðavinnuna.
At koma upp á tindin er eitt bragd. At gera tað 32 ferðir er ófatiligt. Fyri Kami Rita er tað vorðin ein lívsleið.
Sjálvur hevur hann ikki ætlanir at gevast fyrr enn hann er 60 ár, og hann sigur við einum smíli: – Eg hugsi um næsta ár… næsta ár.
Kelda: BBC
