07 Vestur upp um niðurflytingarstrikuna

Við einum 3-0 sigri í Vági móti FC Suðuroy, fóru vágamenn upp um niðurflytingarstrikuna fyri fyrstu ferð í ár.

07 Vestur avgjørdi dystin longu í fyrra hálvleiki. Silas Gaard legði teir fram um longu í triðja minutti, og tá ið eitt korter var spælt økti Tobias Gusti.

Hóast FC Suðuroy hevði bóltin nógv, so økti Lukas Giessing til 3-0 miðskeiðis í seinna hállvleiki, og so var eingin vegur aftur á FC Suðuroy.

07 Vestur og FC Suðuroy hava nú bæði 13 stig, men vágamenn hava nógv betri málúrtøku. TB er eitt stig aftanfyri, og spælir í løtuni móti NSÍ.