U19-dreingir hjá Víkingi eru farnir til Estlands at spæla Youth League
Víkingur skal hósdagin klokkan 15.45 spæla móti Narva Trans 1. umfari í stóru evropeisku ungdómskappingini Youth League. Seinni dysturin verður á Tórsvølli 1. oktobur klokkan 18.00..
Youth League er ungdómsútgávan av Champions League og er fyri U19-lið. Í Føroyum verður tó U17-kappingin brúkt til at finna luttakandi felagið.
Víkingur vann FM hjá U17 í fjør og fær tí møguleikan at vera við í kappingini í ár.
Í fjør var HB fyrsta føroyska felagið í Youth League. Teir spældu móti Progrés Niederkorn úr Luksemborg, men tapti samlað.
