Julian tók legendariska metið hjá Absalon

Klaksvíkingurin, Julian Gregersen, skrivaði seg inn í føroyska itróttasøgu, tá ið hann í morgun setti nýtt føroyskt met á marathonteininum í Valencia Marathon í Spania. Tað skrivar Norðlýsið.

27 ára gamli Julian brúkti 2 tímar 21 minuttir og 30 sekund um teir kendu 42 kilometrarnar og 195 metrarnar. Harvið tók hann legendariska metið hjá Absalon Hansen frá 1988 við seks minuttum.

Julian gjørdist nummar 259 av heili 38.439 rennarum. Viðmerkjast skal, at hetta var fyrstu ferð Julian rennur eitt Marathon.

Julian hevur í ár sett fleiri føroysk met Millum annað á 1500 metrum, fimm kilometrum á breyt, 5 kilometrum á vegi og í hálvmarathon.

Hjartaliga til lukku Julian 🇫🇴💪