Category: Ítróttur

  • KÍ vísti vágamonnum ongar náðir og setir beina kós móti FM

    KÍ vísti vágamonnum ongar náðir og setir beina kós móti FM

    KÍ var undan kappingini av teimum flestu mett sum stórfavorittur at endurvinna føroyameistaraheitið, og eftir fyrsta dysti vestri í Sørvági móti 07 Vestur mugu teir metast sum upp aftur størri favorittar. KÍ gjørdi ikki mætari enn at hølva 07 Vestur av 5-1.

    Eitt gott korter var spælt, tá ið Filip Brattbakk legði klaksvíkingar fram um, og longu í 25. minutti avgjørdi Daniel Johansen dystin, tá ið hann sendi eitt langskot í málið, eftir hornasparksupplegg frá Árna Frederiksberg.

    Í seinna hálvleiki gjørdi KÍ skjótt av, og tá ið sjey minuttir vóru spældir, høvdu Patrik Johannesen við tveimum málum og Árni Frederiksberg lagt KÍ fram um 5-0.

    Vágamenn pyntaðu um úrslitið, tá ið Jasper van der Heyden skoraði til 5-1.

  • Føroyskt stjørnuskot heim til Føroya og Víking

    Føroyskt stjørnuskot heim til Føroya og Víking

    Víkingur boðar frá, at 18 ára gamli Aron Benjaminsen hevur skrivað undir trý-ára sáttmála við felagið.

    Strandingurin, kemur beinavegin heim úr norska Kristiansund, har hann hevur verið í tvey ár. Hann hevur vant nógv við besta liðnum og spælt við næstbesta.

    Aron er uppvaksin á Skála og hevur longu umboðað føroyska U21-landsliðið. Hann er sonur fyrrverandi landsliðsleikaran Fróða Benjaminsen, sum var føroyameistari við Víkingi í 2017.

    Eisini eitt annað stjørnuskot, 18 ára gamli Dávid Reynheim, er komin heim til Føroya og KÍ hetta kappingarárið.

  • Fyrrverandi estlendskur landsliðsleikari til HB

    Fyrrverandi estlendskur landsliðsleikari til HB

    Tað hevur ljóðað, at HB skal styrkja álopspartin, og nú hevur felagið tryggjað sær 26 ára gamla estlendska áleyparan, Erik Sorga.

    Hann hevur spælt 31 landsdystir fyri Estland og skorað 4 mál.

    Sorga hevur eisini royndir úr MLS við D.C. United, úr niðurlendska VVV-Venlo, svensku IFK Göteborg og bulgarsku Lokomotiv Plovdiv.

    Seinastu tíðina hevur hann spælt í Aserbadjan fyri Sumgayit og í Vietnam fyri Ho Chi Minh City.

    Sambært Transfermarkt skoraði hann nógv mál, sum ungur leikari, men seinnu árini hava málini verið færri í tali.

  • Marita nýggjur aðalskrivari í ÍSF og gevst sum forkvinna í B36

    Marita nýggjur aðalskrivari í ÍSF og gevst sum forkvinna í B36

    Ítróttasamband Føroya boðar í dag frá, at Marita Debess Magnussen, er nýggjur aðalskrivari í ÍSF. Marita tekur við 1. mai, tá ið Petur Mittún leggur frá sær.

    Samstundis er eisini greitt, at hon gevst, sum forkvinna í B36. Tað segði í samrøðu við FM1, har hon staðfesti, at tað ber ikki til at vera bæði tað og aðalskrivari í ÍSF.

    Hon er 50 ára gomul og hevur drúgvar royndir úr almenna, privata vinnulívinum og ítróttinum.

    Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, sigur, at áhugin var stórur, og at Marita hóskar sera væl til profilin, sum søkt varð eftir..

  • U18 og U20 spæla móti hesum londum í EM-endaspølunum í summar

    U18 og U20 spæla móti hesum londum í EM-endaspølunum í summar

    Lutakastini til U18- og U20 EM-endaspølini hjá monnum vóru í dag.

    U18-liðið varí øðrum styrkislagi og kom í bólk F saman við Spania, Eysturríki og Finnlandi.

    U18-endaspælið verður í Beograd í Serbia 29. juli–9. august.

    Hetta eru fyrstu altjóða skrásettu dystirnir hjá U18, so trupult er at meta um styrkina.


    U20-liðið var í triðja styrkislagi og kom í bólk B saman við Serbia, Sveis og Turkalandi.

    Serbia gjørdist nummar 6 í U18 EM og nummar 10 í U19 HM, Sveis nummar 11 í báðum, meðan Turkaland ikki kvalifiseraði seg.

    Føroyar gjørdust nummar 15 í U18 EM og nummar 19 í U19 HM.

    U20-endaspælið verður í Cluj og Turda í Rumenia 8.–19. juli.

    Mynd: IHF / Kolektiff / Jure Erzen

  • Lindsey Vonn: Læknin bjargaði beininum hjá mær

    Lindsey Vonn: Læknin bjargaði beininum hjá mær

    Alpinskíarin, amerikanska Lindsey Vonn, er nú útskrivað av sjúkrahúsi, tveir vikur eftir hon breyt beinið, tá ið hon datt á olympisku leikunum í Italia.

    Í einum filmsbroti á Instagram sigur hon, at læknin bjargaði beininum undan at vera tikið.

    Hon hevur fingið fimm skurðviðgerðir, har tann seinasta vardi seks tímar.

    Vonn sigur, at skaðin er tann pínufullasti í lívinum, og at nógv blóð trýsti so mikið, at tað kundi oyðilagt vøddar og nervar.

    Vonn situr nú í rullistóli, og hon vónar skjótt at sleppa á høkjur at ganga.

    Tað kann taka eitt ár, áðrenn skaðin er grógvin.

  • H71 eisini steypavinnari hjá gentum 18

    Faxe Kondi Steypafinala, gentur 18
    Neistin – H71 19-22 (13-14
    )

    Eins og hinar finalurnar í dag, so var eisini stórur spenningur í steypafinaluni hjá gentum 18 millum Neistan og H71.

    Liðini fylgdust allan fyrra hálvleik, men beint fyri steðgin kom H71 fram um, men ikki meira enn so, at munurin var bara eitt mál 15-14 til H71 í steðginum.

    Góða gongdin hjá H71 helt fram eftir steðgin, og tær komu skjott fram um við fýra málum.

    Neistin megnaði ikki at svara aftur og hevði bara skotið eitt mál í seinna hálvleiki, tá ið eitt korter var spælt.

    Seinastu tíggju minuttirnar gjørdi Neistin eina roynd at koma inn dystin aftur og minkaði niður í tvey mál.

    Nærri kom Neistin ikki. H71 vann finaluna 22-19 og er steypavinnari hjá gentum 18.

    Hjartaliga til lukku H71.

  • Klæbo flest olympisk vetrargullmerki nakrantíð

    Klæbo flest olympisk vetrargullmerki nakrantíð

    Tá ið norski skíðrennarin, Johannes Høsflot Klæbo í gjár vann gull í stafettini saman við Noregi, skrivaði hann seg inn í søguna.

    Við sigrinum vann 29 ára gamli Klæbo sítt níggjunda OL-gull, og so nógv hevur eingin annar vunni á olympisku vetrarleikunum.

    Hann fór framum tríggjar aðrar norskar íðkarar, Ole Einar Bjørndalen, Bjørn Dæhlie og Marit Bjørgen, sum øll vunnu átta gull hvør á síni yrkisleið.

  • Arsenal heldur fast og  United bara vinnur

    Arsenal heldur fast og United bara vinnur

    Oddaliðið í Premier League, Arsenal, vann leygardagin greiðan sigur á Sunderland heima á Emirates Leikvøllinum. Martin Zubimendi legði heimaliðið fram um beint fyri steðgin, meðan Viktor Gyokeres skoraði tvær ferðir í seinna hálvleiki.

    Nærmastu kappingarneytarnir um fyrsta plássið, Manchester City, megnaðu akkurát at vinna trupla útidystin móti Liverpool. Tað var annars Dominik Szoboszlai, sum legði Liverpool framum í javna dystinum við einum frálíkum frísparki. Seint í dystinum javnaði Bernardo Silva við høvdinum, aðrenn Erling Haaland tryggjaði sigurin við brotssparki í yvirtíðini. Manchester City er seks stig aftanfyri Arsenal.

    Aston Villa á triðja plássi misti týðandi stig í 1-1 javnleikinum móti Bournmouth. Meðan Manchester United á fjórða plássi heldur fram við góðu gongdini og vunnu fjórða sigurin á rað, tá ið teir vunnu 2-0 móti Tottenham. Bryan Mbeumo og Bruno Fernandes skoraðu málini.

    Støðan í Premier League

  • Vonn breyt beinið og er skurðviðgjørd

    Vonn breyt beinið og er skurðviðgjørd

    Nú er greitt, at Lindsey Vonn er skurðviðgjørd fyri eitt brotið bein í vinstra beini.

    Hon datt í morgun í kappingini í stroki á olympisku leikunum í Italia, og mátti flúgvast við tyrlu til sjúkrahúsið í Treviso.

    Tað váttar lokala sjúkrahúsið í Italia, sambært Reuters.

  • OL: Superstjørnan Lindsey Vonn datt ógvisliga

    OL: Superstjørnan Lindsey Vonn datt ógvisliga

    41 ára gamla amerikanska skíðdrotningin, Lindsey Vonn, sum valdi at kappast í olympisku leikunum, hóast hon sleit krossbandið í januar, datt, tá ið hon skuldi gera tað stóru afturkomuna og tann stóra endabrestin og vinna olympiskt gull í strok á olympisku leikunum í Italia.

    Hon kom ov nær einum breytarflaggi, datt ógvisliga og var liggjadi í kavanum, meðan hon rópti av pínu. Tað var, sum tíðin stóð still, fólk hildu ondini, og tað var púra kvirt kring skíðbreytina.

    Hon var viðgjørd í fleiri minuttir, áðrenn hon var flogin burtur við tyrlu.

    Lindsey Vonn tók skíðurnar fram aftur fyri einum árið síðan, eftir hon var givin í 2019. Les meira um tað her.

    Landskvinnan hjá Lindsey Vonn, Breezy Johnson, vann gullmerki í strok.

  • Hesi vunnu heiðrarnar á ÍtróttaFagnaðinum 2025

    Hesi vunnu heiðrarnar á ÍtróttaFagnaðinum 2025

    ÍtróttaFagnaðurin 2025 var í Varpinum í Klaksvík í gjárkvøldi og var eisini vístur í Sjónvarpinum.

    Hesi vunnu ymisku heiðrarnar
  • Skíðdrotning ætlar sær olympiskt gull við nýggjum knæi og norskum venjara

    Tey fyrstu árini hjá Sjónvarpi Føroya, sóu føroyingar nógvan skíðítrótt frá norskum sjónvarpi., og føroyingar kendu stjørnur sum italska alpinskíðaran, Alberto Tomba, norska skíðrennaran, Bjørn Dæhlie, og eysturtýsku skoytudrotningina, Katarinu Witt. Nógv er broytt, og í dag hoyra vit valla eitt orð um vetrarítrótt herheima.

    Í februar verða olympisku vetrarleikirnir í italsku býunum Milano og Cortina d’Ampezzo. Ein av stjørnunum, sum verður við, er aldrandi amerikanska alpinskíðdrotningin Lindsey Vonn, sum setti skíðirnar á hillina í 2019.

    Við nýggjum knæi, nýggjum móti og norskum venjara, hevur 41 ára gamla Vonn tikið øll av bóli og er nú aftur millum heimsins bestu.

    Les alla greinina
  • Hákun 100 % í greiðum heimasigri í Champions League

    Hákun 100 % í greiðum heimasigri í Champions League

    Hákun West av Teigum skoraði upp á øll trý skotini, tá ið Füchse Berlin vann ein sera greiðan 38-27 sigur á norska liðnum Kolstad í Champions League.

    Toppskútti hjá Füchse við níggju málum var norski landsliðsleikarin, Tobias Grondahl, sum heldur saman við føroyska landsliðsleikaranum, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen.

    Füchse er á fyrsta plássi í bólki A við fullum stigatalið, tíggju stigum fyri fimm dystir.

  • Móststøðuliðið hjá H71 er lent – Spæla bara ein dyst

    Móststøðuliðið hjá H71 er lent – Spæla bara ein dyst

    H71-kvinnurnar skula bara spæla ein dyst móti niðurlendska liðnum Fortes Venlo í European Cup. Hann verður spældur í Hoyvíkshøllini í kvøld klokkan 20.00.

    Upprunaliga skuldu tveir dystir spælast, ein í gjár og ein í dag. Men vánalig floglíkindi gjørdu, at niðurlenska liðið ikki lendi hóskvøldið og heldur ikki í gjár.

    Nú hava feløgini bæði saman við EFH avgjørt at bara ein dystur skal spælast, um hvør kemur víðari til 3. umfar í European Cup.

    Les Facebookuppslag her
  • H71 vann eisini fyrsta dystin í mansdeildini

    H71 vann eisini fyrsta dystin í mansdeildini

    Menninir hjá H71 vunnu fyrsta dystin í hondbóltslandskappingini hjá monnum hetta kappingarárið.

    Í høllini á Skála vunnu hoyvíkingar 32-27 móti StÍF, eftir hálvleiksstøðuna 17-15.

    Hjá H71 eru nakrir nýggir ungir leikarar við í ár, og eisini Niklas Højgaard aftur at síggja á strikuni og ikki minst í verjuni. Uttanfyri sótu leikarar sum Helgi Hoydal og Peter Krogh, so H71 er aftur væl mannað í ár.

    Hjá StÍF er liðið nøkulunda tað sama sum í fjør, men tveir ungir hoyvíkinar eru á liðnum. Talan er um Jón Eyðunsson Midjord og Jógvan Andreas Lamhauge.

    Dysturin var spennandi í 40 minuttir, áðrenn H71 fór nøkur mál fram um.

    Fyri StÍF skoraði Pauli Rasmussen heili 12 mál, meðan Høgni Heinason skoraði 8 ferðir fyri H71.

    Dómaraseðilin sæst á hsf.fo

  • U21 fer eftir triðja sigrinum á rað móti Luksemborg

    U21 fer eftir triðja sigrinum á rað móti Luksemborg

    U21-manslandsliðið í fótbólti spælir í kvøld klokkan 18.30 móti Luksemborg í EM-undankappingini.

    Føroyar hava fingið eina frálíka byrjan við tveimum 2-1 sigrum og seks stigum í skjáttuni.

    Dysturin verður leiktur í Esch, og føroyingar skulu stríðast fyri triðja sigrinum á rað.

    Tobias Hansen er nýggjur í hópinum, har hann avloysir leikbannaða Jóhan Josephsen.

    Dysturin verður vístur beinleiðis á Rás1 hjá Televarpinum.

  • Innskiftingar vendu dystargongdini

    Innskiftingar vendu dystargongdini

    HM-undanbólkur L: Gibraltar- Føroyar 0-1 (0-0)

    Føroyar raktu ongantíð rætta orkustøðið í fyrra hálvleiki og spældu ein av vánaligastu hálvleikunum undir Eyðuni Klakstein.

    Einki riggaði, og tað vísti seg at vera sera trupult hjá okkara leikarum at raka hvønn annan.

    Um tað vóru ov nógvar broytingar, er ilt at siga, men heilar seks broytingar vóru samanborið í dystin móti Kroatia.

    Tíbetur so var Gibraltar minst líka vánaligt sum Føroyar, og tí var talan um ein sera vánaligan og linligan fyrra hálvleik.

    Les alla dystarfrágreiðingina
  • 45 fólk runnu fimm hálvmarathon í summar

    Fleiri enn 600 fólk runnu leygardagin Føroya Vakrasta Hálvmarathon í Vágunum. Tað skrivar Frælsur Ítróttur Føroyar. Hetta var samstundis seinasta umfar í avbjóðingini at renna 5 hálvmarathon í 2025.

    Heili 45 fólk megnaðu at fullføra allar kappingarnar. Talið er umleið tað sama sum í fjør, tá 47 fólk kláraðu avbjóðingina.

    Avbjóðingin verður aftur á skrá í 2026. Tá verður hon kallað “Renn 6 hálvmarathon í 2026”.

    Hesi runnu fimm hálvmarathon
  • Høll til sandflogbólt tikin í brúk í Fuglafirði

    Fyrsta høllin í Føroyum til innandura sandflogbólt, Koksið í Fuglafirði, varð tikin í brúk um vikuskiftið.

    Á mentanardøgunum vórðu leiktir 23 dystir fríggjakvøldið, leygardagin og sunnudagin.

    Hjá monnum vunnu Bjarni Larsen og Oleksandr Dmitriiev finaluna 2-0 á Rana Ákason og Filip Ilic.

    Hjá kvinnunum vunnu Jakobina Joensen og Daria Burrows 2-1 á Nicolu Toftegaard og Thirzu Tarazona.

    Les eisini grein hjá flogbóltssambandinum á FAcebook