Jacob Kiplimo úr Uganda tók sunnudagin heimsmetið í hálvum maraton aftur, tá hann rann 57 minuttir og. 20 sekund í Lisboa í Portugal.
Við eini miðalferð á 22,08 kilometrar um tíman setti 25 ára gamli rennarin nýtt heimsmet.
Kiplimo legði gróthart út og hevði tað eitt sindur tyngri seinastu helvt, men kortini bøtti hann um metið hjá eteopiska Yomif Kejelcha frá 2024 við tíggju sekundum.
Kiplimo tók eisini heimsmetið í 2021, tá hann rann 57.31 í somu rutu í Lisboa. Í 2025 rann hann 56.42 í Barcelona, men tað heimsmetið bleiv kolldømt, tí hann fekk ólógliga hjálp.
Mett verður, at Kiplima kann gerast fyrsti rennarin nakrantíð at renna eitt marathon undir tveir tímar.
Í gjár runnu havnarmaðurin, Niels Poulsen, og toftamaðurin, Jaspur Højgaard 82 kilometrar lendisrenning í rennikappingini, Transgrancanaria, sum verður runnin á Gran Canaria. Eisini rann Beinta Napoleonsdóttir 46 kilometrar.
Niels Poulsen brúkti 13 tímar 34 minuttir og 33 sekund um teinin, meðan Jaspur brúkti 14 tímar, 26 minuttir og 36 sekund.
Beinta brúkti 8 tímar 15 minuttir og 10 sekund um teir 46 kilometrarnar.
82 kilometrateinurin, sum kallast “Advanced”, er ein sera krevjandi teinur og er góðar 4000 hæddarmetrar.
Byrjað verður í fjallabygdini Teror, og síðan gongur leiðin gjøgnum bæði skóg, vulkanlendi og krevandi brekkur, áðrenn rennararnir enda í hitanum í Maspalomas.
Transgrancanaria er ein av størstu ultrakappingunum í Evropa og hevur verið hildin síðan 2003.
Kappingin savnar fleiri túsund rennarar úr øllum heiminum, og er kend fyri sítt skiftandi landslag og hørðu treytirnar, sum seta stór krøv til bæði tol og styrki. Umfram 82 kilometra teinin, ber eisini til at renna 46 kilometrar og longsti teinurin er heilar 126 kilometrar
Klaksvíkingurin, Julian Gregersen, skrivaði seg inn í føroyska itróttasøgu, tá ið hann í morgun setti nýtt føroyskt met á marathonteininum í Valencia Marathon í Spania. Tað skrivar Norðlýsið.
27 ára gamli Julian brúkti 2 tímar 21 minuttir og 30 sekund um teir kendu 42 kilometrarnar og 195 metrarnar. Harvið tók hann legendariska metið hjá Absalon Hansen frá 1988 við seks minuttum.
Julian gjørdist nummar 259 av heili 38.439 rennarum. Viðmerkjast skal, at hetta var fyrstu ferð Julian rennur eitt Marathon.
Julian hevur í ár sett fleiri føroysk met Millum annað á 1500 metrum, fimm kilometrum á breyt, 5 kilometrum á vegi og í hálvmarathon.
Kvinnuligi kenianski rennarin Ruth Chepngetich er dømd til trý ára bann frá allari renning fyri brot á dopingreglurnar.
Í mars varð hon tikin fyri at hava brúkt hydrochlorothiazide, eitt vatndrívandi evni, sum kann fjala spor av øðrum ólógligum evnum.
Athletics Integrity Unit (AIU) boðar frá, at bannið byrjar 19. apríl í ár og varir í trý ár.
AIU ætlaði fyrst fýra ár, men av tí at Chepngetich játtaði brotið, varð revsingin stytt.
Í fjør setti hon setti hon nýtt heimsmet á marathonteininum í Chicago við tíðini 2 tímar, 9 minuttir og 56 sekund, sum var næstan tveir minuttir skjótari enn gamla metið.
Heimsmetið verður kortini standandi, tí tað varð sett áðrenn hon tikin fyri doping. AIU hevur váttað, at úrslitini fram til 14. mars 2025 eru framvegis galdandi.
Í morgun runnu teir tríggir Julian Gregersen, Rógvi Kárason og Neli Heldarskarð hálvt maraton í Valencia.
Julian Gregersen úr Treysti setti føroyskt met við tíðini 1.07.57. Gamla metið hjá Marnari Djurhuus var 1.08.52 og hevði staðið í ellivu ár.
Rógvi og Neli, báður úr Bragdinum, settu eisini persónligt met. Tíðirnar vóru ávikavist 1.09.51 og 1.11.43.
Julian hevur havt eitt frálíkt renniár í 2025, og eigur nú føroyska metið í 1500 metrum innan- og uttandura, á 5000 metur á bana og á vegi og nú eisini á hálva marathonteininum
Í Noreg er kenda rennifamiljan Ingebrigtsen altíð í brennideplinum.
Nú er stríð millum teir tríggjar brøðurnar,Jakob, Filip og Henrik, og teirra pápa, Gjert Ingebrigtsen, um um rættin at brúka familjunavnið í vinnuligum høpi.
Pápin, Gjert, hevur søkt um einkarrætt til vørumerkið Ingebrigtsen-metodan. sum hann vil brúka til venjingarforrit, undirvísing og ítróttarútgerð.
Men brøðurnir vilja ikki góðtaka tað, og teir hava setn mótmæli til norska Patentstýrið.
Teir halda, at navnið Ingebrigtsen í ítrótti fyrst og fremst verður sett í samband við teir og teirra úrslit.
Brøðurnir hava eisini broytt navn á familjufyritøkuni til Team Ingebrigtsen A/S, eftir at teir í 2022 keyptu pápan út.
Svenski stangarleyparin, Armand Duplantis, hevur enn einaferð sett heimsmet.
Í finaluni í HM í Tokyo leyp hann 6 metrar og 30 sentimetrar. Tað er hansara 14. heimsmet.
Nærmasti kappingarneytin kláraði júst 6 metrar, og Duplantis kappast í veruleikanum bara móti sær sjálvum.
Við tónum hjá ABBA “Gimme! Gimme! Gimme!” í hátalarunum, rann hann runt meðan áskoðararnir fagnaðu honum við lógvabrestum.
Duplantis er bert 25 ár og hevur sett fýra heimsmet í ár. Hann manglar bert trý met, so hevu hann sett eins nógv met, sum legendariski ukrainin Sergej Bubka, sum setti 17. heimsmet seinast í farnu øld.
Tá ið áskoðararnir á tjóðarleikvøllinum í Tokyo í marathonkappingini fyri kvinnur tóku móti Julia Paternain úr Uruguai við lógvbrestum, visti hon ikki, at hon hevði vunnið HM-bronsumerkið, sum eisini er fyrstu heiðursmerki hjá Uruguai nakrantíð í frælsum ítrótti
Hon var ógvuliga troytt, tá ið hon kom á einsamøll mál langt aftaná nummar eitt og tvey
Hon var týðiliga óvfarin og glað, tá ið tað gekk upp fyri henni, at hon hevði vunnið bronsumerki.
Norski stjørnurennarin, Jakob Ingebrigtsen, er úti úr 1500 metra kappingini í HM longu í innleiðandi umfari.
Hann gjørdist nummar átta í sínum umfari við tíðini 3.37,84, tað var 52 hundraðpartar frá at koma víðari.
Hetta var fyrsta kappingin hjá honum í ár í ár, eftir seks mánaðar við einum akillesskaða.
Við VG segði hann, at hetta var nógv verri enn hann hevði væntað.
Jacob Ingebrigtsen segði, at 1500 metrar krevur meiri toppferð enn hann hevur fingið vant, og at 5000 metra renningin fríggjadagin er meira realistiskt.
Ein annar norskur rennari, Narve Gilje Nordås vann sítt umfar og kom víðari.
Fyrstu kappingarnar í heimsmeistarakappingini í frælsum ítrótti vóru í japanska høvuðsstaðnum Tokyo í nátt føroyska tíð.
Kappingarnar verða vístar beinleiðis á DR, NRK og SVT. Tær byrja vanliga klokkan á midnátt okkara tíð, og kvøldkappingarnar eru frá klokkan 10.30 føroyska tíð. So tað er ikki lætt at fylgja við.
Við norðurlendskum eygum verður serliga spennandi at fylgja við svenska stangarleyparanum Armand Duplantis, sum longu eigur heimsmetið og er greiður favorittur at vinna gull. Tað skal ikki undra, um hann tekur sítt egna heimsmet. Finalan er mánadagin.
FM í frælsum ítrótti verður á Tórsbreyt um vikuskiftið.
Kappast verður bæði um føroyameistaraheitini hjá hjá ungum og vaksnum.
Ungdómsbólkarnir eru upp til og við 17 ár, og tey vaksnu eru 18 ár og eldri. Yngri íðkarar kunnu vera við í kappingini hjá teimum vaksnu, um tey fylla minst 15 ár í ár.
Kappingin byrjar í dag klokkan 17.00 og heiðursmerkjahandan er klokkan 18.25.
Leygardagin verður byrjað klokkan 10,00 og seinastu heiðursmerkini verða handanði klokkan 14.45.