Category: Ungdómsfótbóltur

  • Víkingur tapti í UEFA Youth League

    Víkingur tapti í UEFA Youth League

    U19-dreingirnir hjá Víkingi taptu 1-0 móti Narva Trans í Tallinn, í fyrsta dystinum í UEFA Youth League.

    Víkingur umboðar Føroyar í kappingini fyri ungdómslið. Tað eru U17-meistararnir, sum fáa plássið, men spælt verður við U19-liði.

    Nikita Baljabkin skoraði sigursmálið fyri Narva Trans longu í 4. minutti.

    Víkingur royndi at svara, og sambært uefa.com hevði Arnór Brandsson fleiri royndir

    Víkingur hevði fýra málroyndir og fimm hornaspørk, men Narva Trans var meira vandamikil við tólv royndum og tíggju hornaspørkum.

    Seinni dysturin verður á Tórsvølli 1. oktobur klokkan 18.00..

  • U19-dreingir hjá Víkingi spæla Youth League í Estlandi hósdagin

    U19-dreingir hjá Víkingi eru farnir til Estlands at spæla Youth League

    Víkingur skal hósdagin klokkan 15.45 spæla móti Narva Trans 1. umfari í stóru evropeisku ungdómskappingini Youth League. Seinni dysturin verður á Tórsvølli 1. oktobur klokkan 18.00..

    Youth League er ungdómsútgávan av Champions League og er fyri U19-lið. Í Føroyum verður tó U17-kappingin brúkt til at finna luttakandi felagið.

    Víkingur vann FM hjá U17 í fjør og fær tí møguleikan at vera við í kappingini í ár.

    Í fjør var HB fyrsta føroyska felagið í Youth League. Teir spældu móti Progrés Niederkorn úr Luksemborg, men tapti samlað.

    Dysturin á uefa.com

  • U17-dreingir hjá B36 vunnu seinastu steypafinaluna

    B36 vann steypakappingina fyri U17-dreingir. Teir vunnu 2-1 á Víkingi

    Málini skoraðu Bjarti J. Hansen og Axel Holm Simonsen.

    Harvið vann B36 heili fýra av seks møguligum steypakappingum hjá ungdóminum.

    Hjartaliga til lukku B36

    Nøkur uppsløg á Facebook um steypasigurin
  • Skála steypavinnari hjá U15-gentum

    U15 genturnar hjá Skála er steypavinnarar eftir, at tær vunnu finaluna 4-0 móti FC Hoyvík.

    Sara Benjaminsen skoraði trý mál og Lilja Dam Jacobsen eitt.

    Hjartaliga til lukku Skála.

    Síggj fleiri myndir frá FSF
  • So gekk ikki meira hjá B36 – Víkingur steypavinnari í U15

    Eftir at havai vunnið tríggjar tær fyrst steypafinalurnar gekk ikki longur hjá B36 í U15-steypafinaluni hjá dreingjum.

    Víkingur vann finaluna 2-1 móti B36,og er harvið steypavinnari.

    Hjartaliga til lukku Víkingur

    Síggj myndir á Facebooksíðuni hjá FSF
  • B36 vinnur alt – Eisini steypavinnarar hjá U13 gentum

    B36 vann í gjár steypafinaluna hjá U17-dreingjum og í morgun hjá U13-dreingjum. Og nú fyri løtu síðan gjørdist B36 eisini steypavinnari hjá U13-gentum.

    B36 vann 2-1 á 07 Vestur, sum kom á odda tíðliga í dystinum. Men genturnar hjá B36 vendu dystinum við tveimum málum, sum Ró Apolonia Hansdóttir og Eva Petra Soll skutu.

    Vorðið sum steypavikuskiftið hjá B36. Hjartaliga til lukku

    Síggj FAcebook
  • B36 steypavinnari hjá U13-dreingjum

    B36 vann steypfinaluna hjá U13-dreingjum 4-1 móti Víkingi.

    Fyri B36 skeyt Hjalti Rógvason tvey mál, meðan Jógvan Bárðarson og Filip Andreasen skutu hvør sítt.

    Hjartaliga til lukku B36

    Síggj filmsbrot av fegnum B36-dreingjum