B36 vinnur alt – Eisini steypavinnarar hjá U13 gentum

B36 vann í gjár steypafinaluna hjá U17-dreingjum og í morgun hjá U13-dreingjum. Og nú fyri løtu síðan gjørdist B36 eisini steypavinnari hjá U13-gentum.

B36 vann 2-1 á 07 Vestur, sum kom á odda tíðliga í dystinum. Men genturnar hjá B36 vendu dystinum við tveimum málum, sum Ró Apolonia Hansdóttir og Eva Petra Soll skutu.

Vorðið sum steypavikuskiftið hjá B36. Hjartaliga til lukku